Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesi blivu heiðrað

Jákup Ósá

Á KÍ ársveitsluni blivu ársins leikari og stjørnuskot vald hjá monnum og kvinnum

Tað er Bláa Bylgjan, ið á hvørjum ári heiðrar ársins leikarar hjá monnum og kvinnum.

Ikki óvæntað streyk Páll A. Klettskarð avstað við heiðrinum sum ársins leikari hjá monnum. Hann fekk klárt flestar atkvøður gjøgnum alt árið, bleiv sagt. Hetta er annað árið á rað, at Páll er ársins leikari. Í 2011 var Hjalgrím Elttør valdur, meðan Sørmundur Kalsø var valdur í 2010, tá KÍ spældi í 1.deild.

Hesi vóru heiðrað:

Ársins leikari (menn): Páll. A. Klettskarð

Ársins stjørnuskot (menn): Oddmar Marsten

Ársins leikari (kvinnur): Maria K. Thomsen

Ársins stjørnuskot (kvinnur): Monika Biskopstø