Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesi eru á Seglloftinum

Jóhann Lutzen

Norðlýsið er á Tvøroyri og vit hava eitt fullfíggja yvirlit hvørjir samgongulimir eru á Seglloftinum í kvøld

Norðlýsið er á Tvøroyri ov vit hava eitt fullfíggja yvirlit hvørjir samgongulimir eru á Seglloftinum í kvøld


Útilokingarhátturin eru ofta nýttur og hann kom sera væl við í kvøld, tí Norðlýsið fylgdi sera væl við hvør fór av Seglloftinum umborð á Smyril og tískil kunnu vit við vissu siga, at hesi sita á Seglloftinum í kvøld. 
Fyri Javnaðarflokkin eru Aksel V. Johannesen, Jónleif Johannesen, Eyðgunn Samuelsen, Kristianna W. Poulsen, Bjarni Hammer og Kristin Michelsen til staðar. 

Fyri Tjóðveldi eru Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Bjørt Samuelsen, Ingolf S. Olsen og Óluva Klettskarð til staðar

Fyri Framsókn eru Poul Michelsen, Hanna Jensen og Ruth Vang til staðar

Umframt hesi er eisini uttanflokkatinglimurin Sonia Jógvansdóttir til staðar

Umframt politikararnar eru eisini umsitingarfólk á Seglloftinum.