Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hesi eru í uppskoti á FMA

kvf.fo

Reiley, Brimheim, Yggdrasil og EKA teljast millum teirra, ið hava flestar tilnevningar á FMA 2022

Tilsamans 17 virðislønir verða latnar á FMA í Norðurlandahúsinum 12. mars. 

Dómsnevndir hava seinastu vikurnar vigað og mett um útgávur og stakløg. Talan er um fleiri enn 20 fólk, sum nú eru komin við sínum uppskotum og endaliga úrslitið sæst niðanfyri.

Umframt hesar virðislønir verða seks virðislønir latnar uttan tilnevningar. Hesar eru Áhoyraravirðislønin, Exportvirðislønin, Ársins framleiðari, tekstur, húsi og Ársins tónleikaheiður.

Exportvirðislønin er nýggjur heiður á FMA, sum verður latin í samstarvi við FMX, tónleikaútflutningsstovuna.

Áhoyraravirðislønin er einasta virðislønin, sum verður latin uttan um dómsnevndir. Har kunnu øll fara inn og atkvøða á Sona-appini. Tað ber til fyrrapartin í dag til og við 12. Mars, tá FMA verður víst beinleiðis í sjónvarpinum.

Tey, sum eru í uppskoti á FMA 2022, eru hesi:

Popp og rokk flokkurin

Ársins kvinnuligi sangari

Brimheim

Dania O. Tausen

Greta Svabo Bech

Lea Kampmann

Konni Kass

Ársins mannligi sangari

Beinir

Knút

Ragnar Finsson

Reiley

Teitur

Ársins sangur

Hey Amanda – Brimheim

Let it ring – Reiley

Tú angar so væl – Bjarki Hansen

Unicorn – Ester Skála

Villiniborg – Knút

Ársins útgáva

Cazador de Ostras – Teitur

Crossing – Horrse

Diplopia – Konni Kass

Gonguteigatúnatos – Dania O. Tausen

The reeson for hardcore vibes again – Joe & The Shitboys

Ársins bólkur ella einstaklingur

Brimheim

Horrse

Joe & The Shitboys

Reiley

Teitur

Ársins nýggja navn

Brimhvítt

EKA

Horrse

Jósef Zachariassen

Reiley

Sanna Bæk Hoydal

Opin flokkur

Ársins sangari ella einleikari

Ernst Remmel

Kristina Thede Johansen

Sanna Bæk Hoydal

Ársins útgáva ella konsert

Live at Salt – EKA

Porkerisvatn – Yggdrasil

Tónlist – Fonetika

Ársins kompositión

Mourner’s Adagio – Óli Jógvansson

Skýggj – Yggdrasil

Sóleyan – Elin Heinesen

Ársins bólkur ella kór

Det Ferösche Compagnie

EKA

Yggdrasil

Ársins videolag

Alt annað enn vanligt – Dania O. Tausen (leikstjóri Maria Tórgarð)

Frank – Konni Kass (leikstjóri Maria Tórgarð)

Glashús – Einangran (leikstjóri Heiðrik á Heygum)

Let it ring – Reiley (leikstjóri Reiley)

Pull the trigger – Joe & The Shitboys (leikstjóri Jákup Skovsård Thøgersen)