Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesi eru partur av stóru sakini um Skattaskjól

Helgi Abrahamsen

Fjølmiðlar um allan heim almannakunngera nú loynilig skjøl ið avdúka kendar persónar, sum hava sloppið sær undan at rinda skatt. Millum kendu persónarnar eru russiski forsetin, Putin, fótbóltsspælarin Messi og íslendski forsætismálaráðharrin.

11,5 milliónir loynilig skjøl sum vísa, hvussu ríkir og valdsmiklir persónar um allan heim hava sloppið sær undan at rinda skatt, kunnu fara at vísa seg at vera millum týdningarmestu lekarnar, ið nakrantíð eru gjørdir viðvíkjandi skattasviki.

Fjølmiðlar um allan heim almannakunngjørdu í gjár hvørji feløg, bankar, privatpersónar, ítróttarfólk og onnur, harímillum minst 72 fyrrverandi og núverandi ríkisleiðarar, hava fjalt pengar fyri skattamyndugleikunum.

Millum avdúkaðu nøvnini eru Vladimir Putin, Lionel Messi, Sigmundur Gunnlaugsson og spanska kongshúsið.

Skjølini stava frá einum advokatfelag í Panama, ið arbeiðir nógv fyri frálandavinnuna og eisini hevur samband við fótbóltssambandið Fifa.

Tað var týska blaðið Süddeutsche Zeitung ið fekk fatur á skjølunum, og sum síðani hevur latið tey víðari til aðrar fjølmiðlar.

Sambært TV2 eru nøvnini á fleir hundrað dønum at finna í loyniligu skjølunum.