Tað eru tvær kvinnur, sum saman við einum lokalum floksformanni fáa flestar persónligar atkvøður í Klaksvík, um veljarakanningin í matvøruhandli er eftirfarandi.
84 fólk valdu at svara spurnarblaði í veljarakanning hjá Norðlýsinum í tilvildarligum matvøruhandli seinnapartin mikudagin, har heil 57 % av teimum vóru kvinnur. Og tað eru eisini tvær kvinnur, sum fingu flestar atkvøður saman við einum lokalum floksformanni. Tey bæði Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum fingu bæði 9,5 % av samlaðu atkvøðunum og tað sama gjørdi Óluva Klettskarð úr Tjóðveldi. Hinir á topp 5 listanum eru Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, sum báðir liggja á 4,8 %.
Topp 5 persónligar atkvøður í veljarakanning í matvøruhandli í Klaksvík mikudagin 26. august:
1-3. Óluva Klettskarð (Tjóðveldi) 9,5 %
1-3. Eyðgunn Samuelsen (Javnaðarflokkurin) 9,5 %
1-3. Aksel V. Johannesen (Javnaðarflokkurin) 9,5 %
4-5. Bjørn Kalsø (Sambandsflokkurin) 4,8 %
4-5. Jákup Mikkelsen (Fólkaflokkurin)4,8 %




