Hvørji línuskip hava selt fyri mest í ár? Topp 5 listin er her.
Sølutøl: Fýra línuskip hava selt fyri meir enn hálva aðru millión higartil í ár.
Váðasteinur hevur selt fyri mest. Hann hevur selt fyri 1,698 millión. Men har skal sigast, hann hann sum tann einasti, sum ikki heilfrystir, hevur roynt á Flemish Kap og kann tí ikki rættuliga samanberast við hini línuskipini, sum antin hava roynt undir Føroyum ella í Íslandi. Trý onnur skip hava aelt fyri meir enn hálva aðru millión. Tey skipini eru Sandshavið, Sigmund og Stapin. Av línuskipunum í Klaksvík hevur Kvikk selt fyri mest.
Topp 5 listin fyri sølu hjá línuskipunum – burtursæð frá teimum sum heilfrysta umborð – sambært yvirliti frá Vørn, sum seinast var dagført í dag 12. februar er hetta:
1. Váðasteinur 1,698 milliónir (Hevur roynt á Flemish Kap)
2. Sandshavið 1,697
3. Stapin 1,676
4. Sigmund 1,669
5. Kvikk 1,446




