Talan er um sera royndan venjara.
Chelsea hevur givið José Morunhosekkin eftir eina røð av vánaligum úrslitum í Premier League.
Chelsea vann meistaraheitið í stórumstíli í fjør, men íár hevur gingið illa og liðið liggur íløtuni í niðurflytingarvanda. Tað fekk so í dag avleiðingarfyri José Mouinho, sum fyri aðru ferð hevur fingið sekkin íChelsea.
Sambært flestu ensku miðlunum verðurtað hollendski Guus Hiddink, sum tekur yvir tað sum eftir er avhesum kappingarárinum. 69 ára gamli Hiddink var venjari hjáChelsea eitt stutt tíðarskeið í 2009 við góðum úrslitum.




