Felagsliðið í Suðuroynni arbeiðir við at seta høvuðsvenjara fyri komandi kappingarár.
Felagsliðið í Suðuroynni arbeiðir við at seta høvuðsvenjara fyri komandi kappingarár.
Sum skilst, so er felagsliðið í samráðingum við nýggjan útlendskan venjara. Keldur hjá Norðlýsinum vilja vera við, at eitt navn, sum hevur verið og møguliga framvegis er uppá tal er 40 ára gamli danski venjarin Jonas Dal. Jonas Dal er eitt rímiliga kent navn í Danmark, har hann hevur verið venjari hjá tveimum feløgum í Superliguni. Fyrstu flutti hann upp í Superliguna við Hobro og fyrsta árið eydnaðist at halda liðnum í deildini. Tá ynskti Esbjerg at fáa Jonas og keypti hann leysan fyri 500.000 krónur í oktober í 2015. Í Esbjerg gekk ikki eins væl og í summar fekk hann sekkin.
Nú er so møguleiki fyri, at danski venjarin verður at síggja í føroyskum fótbólti, har hann møguliga skal venja nýggja felagsliðið í Suðuroynni. Væl at merkja, um hald er í søgunum, sum seta danska venjaran í sambandi við venjarastarvið í Suðuroynni og um samráðingarnar røkka á mál.




