ÍF fær danskan leikara til royndarvenjing nú.
ÍF fær danskan leikara til royndarvenjing nú.
ÍF leitar eftir einum málverja til besta liðið. M.a. royndi liðið at fáa Trygva Askham, sum tó valdi at fara til EB/Streym á einari leigu avtalu frá B36. Nú fær ÍF ein danskan málverja, ið skal royndarvenja í eina viku. Málverjin er 21 ára gamli Henrik Lindhard. Tað váttar hansara umboðsmaður, Annfinn Gaard, fyri Norðlýsinum. Henrik hevur áður spælt við Skive í næstbestu donsku deildini, har hann spældi 5 dystir í 2015 umframt ein steypadyst móti Viborg, sum Skive vann 3-2.
ÍF brúkti ikki færri enn fimm ymiskar málverjar í Effodeildini í fjør. Teir vóru Oliver Korch, Elias Rasmussen, Tóri Traðará, Hallgrím Hansen og Jákup Mikkelsen. Til venjingardystin á skála í gjár, har ÍF tapti 5-0, vardu Jóhannes Djurhuus og Tóri Traðará málið hjá ÍF.




