KÍ hevur gjørt avtalu við venjara um at stýra liðnum, fram til nýggjur høvuðsvenjari verður settur.
Tað verður 48 ára gamli norðmaðurin, Espen Haug, sum kemur at taka sær av KÍ-liðnum fram til nýggjur venjari verður settur. Tað váttar Tummas Lervig, formaður í KÍ, fyri Norðlýsinum í kvøld. Espen hevur fyrstu venjingina við liðnum leygarmorgunin og stendur á oda fyri liðnum móti EB/Streymi týskvøldið.
Espen Haug hevur verið hjálparvenjari hjá Haakon Lunov. Talan er um venjara, sum hevur royndir sum venjari í næstbestu og triðbestu deildini í Norra. Í 2022 og 2023 var hann venjari í triðbestu deildini í Norra hjá felagnum FC Gjøvik-Lyn.
Arbeiðið við at finna nýggjan KÍ-venjara fer nú í gongd og Tummas Lervig dugur ikki at siga, hvussu long tíð gongur til nýggjur venjari verður settur.


