(Budapest) Lars Olsen hevur í morgun sett navn á tveir KÍ leikarar, sum í løtuni eru tættast við at sleppa á A-landsliðið.
(Budapest) Lars Olsen hevur í morgunsett navn á tveir KÍ leikarar, sum í løtuni eru tættast við atsleppa á A-landsliðið.
Í morgun hevði føroyska A-landsliðiðsína fyrstu venjing, sum var á Puskás Ferenc Stadium. Norðlýsiðfekk orðið á Lars Olsen eftir venjingina og hann lat væl atfyrireikingunum.
– Leikararnir vóru motiveraðir ogglaðir fyri at spæla á grasi aftur. Nakrir leikarar høvdu onkrartrupulleikar, og vit mugu kanna í dag og kvøld um tað er nakaðálvarsamt. Men higartil sær tað skilagott út, sigur hann.
Ungarn fer at leypa á
Sjálvur hevur Lars góð minnir fráUngarn.
– Fyri eini 30 árum síðani spældieg her við Brøndby, og tá var tað uttan áskoðarar og tað varein løgin kensla. Vit vunnu 1-0, so eg havi bara góð minnir herfrá. Í fyrstu atløgu kann ein siga, at Ungarn helst metir, at taðer ein fyrimunur hjá teimum, at teir nú fáa nógvar áskoðararinn og hava hesar í rygginum. Men hinvegin kann eg ímynda mær, atkunnu vit gera tað trupult fyri teir, so blíva áskoðararnirótolnir. Men tað er eingin ivi um, at Ungarn og teirra áskoðararætla at gera tað sera trupul fyri okkum, sigur landsliðsvenjarin.
Hann væntar eitt sera álopshugaðheimalið hóskvøldið í Budapest.
– Tað er altíð trupult at sigaframmanundan, hvussu dystarmyndin verður. Í Føroyum spældi Ungarnikki væl. Vit spældu væl, men høvdu trupult við at skapamøguleikar. Í morgin vænti eg tað verður øvugt. Ungarn kemurvið øllum sum teir hava og vilja hava eitt mál tíðliga. Taðeinasta sum telur hjá teimum er ein sigur, sigur Lars.
Ivast framvegis í seinastu plássunum
Hóast venjingin í morgun gavábendingar um eina møguliga uppstilling(les um tað her), so staðfestirlandsliðsvenjarin, at tað eru ivamál um nøkur pláss á liðnum.
– Eg havi 7-8 leikarar í huganum, mentil tey seinastu 3-4 plássini havi eg ikki endaliga avgjørt enn,hvør fer at byrja inni. Eg má líka síggja til venjing, hvussu altgongur og hvør stendur seg væl. Eg eri heppin, at fleiri leikararkunnu spæla á ymiskum plássum. Tá vit byrja hóskvøldið, soskulu vit nokk hava eitt skilagott lið. Tað er ikki optimalt atgera so nógvar broytingar og serliga ikki, tá talan er um sentralarpartar á liðnum. Tað er altíð lættari at seta leikarar inn ápláss úti í síðunum enn inni í sentralu ásini. Men eg eri ikkiso nervøsur, tí eg veit at eg havi leikarar, sum vanliga spælainni á sentrala miðvølllinum hjá teirra feløgum sum m.a. SølviVatnhamar, sigur Lars
Tveir KÍ leikarar banka uppá íløtuni
Til endans spurdi Norðlýsið eisinium, hvar KÍ liggur í mun til at fáa umboð á landsliðnum aftur.Og tað gleðir helst nógv KÍ viðhaldsfólk at hoyra, at tveirleikarar veruliga banka uppá.
– Tað er Páll A. Klettskarð, sumhevur verið í tonkunum leingi, men hann hevur verið nógv skaddur.Annars hava vit hildið eyga við Heðin Klakstein, sum hevur skoraðnógv mál, men annars er tað eingin, sum veruliga bankar uppá íløtuni, sigur Lars Olsen, sum tó leggur dent á, at í fótbóltikann tað ganga skjótt. Hann nevnir í hesum sambandi JóannesBjartalíð, sum bleiv valdur til ársins unga leikara íEffodeildini.




