Norðlýsið hevur gjørt hagtøl yvir, hvørjir leikarar fáa best úrslit á KÍ liðnum.
Hetta er gjørt á tann hátt, at vit hava hugt eftir, hvussu úrslitini hava verið, tá ávísir leikarar hava byrja inni og so er ein komin fram til, hvat miðal stigatalið er hjá viðkomandi leikara. Allir leikarar, sum hava spælt 9 dystir ella fleiri, eru taldir uppí. Hjá øllum leikarum vísir tað kanska ikki røttu myndina, tí hædd verður t.d. ikki tikin fyri mótstøðuni, sum kann vera ymisk. Einastu leikararnir sum hava spælt allar dystirnar eru Meinhardt Joensen og Ndende Adama Gueye. Teir hava byrjað inni í 18 dystum og hava 22 stig. Tað merkir, at teir hava 1,22 stig í miðal pr. dyst.
Niðanfyri er topp 5 listin yvir, hvørjir leikarar hava flest stig pr. dyst, tá hesir byrja inni.
1. Tórur Justesen 16 stig í 10 dystum = 1,6 stig pr. dyst
2. Álvur Christiansen 13 stig í 9 dystum = 1,44 stig pr. dyst
3. Henry Heinesen 7 stig í 5 dystum = 1,4 stig pr. dyst
4. Jonas Flindt Rasmussen 15 stig í 11 dystum = 1,36 stig pr. dyst
5. Páll A. Klettskarð 22 stig í 17 dystum = 1,29 stig pr. dyst




