Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hesir manna Klaksvíking leygardagin

Jákup Ósá

Er tað ein ábending um, hvør mannar Klaksvíking í FM kappingini í 2017?

Er tað ein ábending um, hvør mannar Klaksvíking í 2017?

Tá tilmeldingarlistin til ódnartøk, sum verður í Hvannasundi leygardagin, kom út fyrr í vikuni stóð, at Klaksvíkingur var millum teir, ið luttóku. Fleiri hava síðani kanska spurt, hvør manningin er umborð á flaggskipinum hjá KRF.

Norðlýsið hevur fingið upplýst, at tað er manningin á Nevinum Reyða í ár, sum mannar bátin umframt tveir rógvarar frá Fípuni Føgru, sum eins og Nevið Reyða vann føroyameistaraheitið í ár. Sum Norðlýsið skilir frá góðum keldum, so bendur nógv á, at hesir manna nýggja ella gamla Klaksvíking í 2017. Spurningurin er so, um KRF mannar tvey 10-mannafør, um teir “gomlu”, ið hava vunnið seks føroyameistaraheitir, eisini ætla at manna ein bát. Tann avgerðin plagar ikki at vera tikin endaliga fyrr enn 2. jóladag. KRF eigur tvey 10-mannafør, har tann nýggi er frá 2015 og tann gamli frá 2002.

Hóast ólavsøkan nóg illa er farin afturum, so byrjar tað longu at blíva spennandi runt kappróðurin til komandi róðrarár, nú ódnartøkini eisini fara í gongd. Tey plaga at geva eina ábending um, hvørjar manningar eru væl fyri. Í Norðoyggjum er eingin ivi um, at fólk ynskja at síggja minst eitt 10-mannafar luttaka á hvørjum ári. Í løtuni tykist tað meira ein spurningur, um tað verður eitt ella tvey komandi kappingarár.