Í sambandi við, at forlagið „Leirkerið“ við brøðrunum Zachariasi Zachariassen og Flóvini Tyril fekk serstøku virðislønina frá Føroya Landsstýri, fer Norðlýsið at prenta ein fyrilestur, sum Jógvan við Keldu helt 19. mai 2017 um virðismikla avrik teirra – hetta var, áðrenn Zacharias gjørdist sjúkur – og seinni andaðist 21. august sama árið.
Stutt kunning um útgávuvirksemið, ið brøðurnir Zacharias Zachariassen og Flóvin Tyril hava verið uppií. – Eg kann siga, at Flóvin hevur verið mær hollur í hjálp við upplýsingum.
Mangan, tá ið vit taka til andaligar undangongumenn, fara vit vanliga í søguna og taka fyrndargamlar hendingar fram. Tað søguliga, sum vit mangan hava fingið signingar av, er tikið úr skrivligum tilfari, og tí er tað goymt!
Havi í mong ár hugsað um ein mann, sum enn er á lívi, og sum ger eitt megnarverk á skrift, bæði sum høvundur og yrkjari og við hollum útgávuvirksemi, sum sjáldan ella ongantíð kemur fram í fjølmiðlum ella í mentanarsendingum. Hann ynskir ikki prísir og viðurkenningar frá heiminum, umframt alt hetta, ferðast hann til samkomur, heldur ótaldar talur við jarðarferðir og so mangt, mangt annað.
Maðurin er Zacharis Zachariassen, sum kom í verðina í 1935 og fyllir sostatt 82 ár í august. Hetta merkist ikki á honum.
At geva bøkur og bløð út í Føroyum er ikki nakað, ið tú verður ríkur av. Tað er eitt tungt og mangan ótakksamt arbeiði. Tað má vera hugurin, ið drívur verkið, ella eitt serligt áhugamál, ið knýtir seg at hesum.
Fagnaðu frá ungdómi andaligan skaldskap á føroyskum
Í førinum hjá Zachariasi og bróður hansara Flóvini stavar hesin áhugi heilt frá unglingaárum, ja, frá barnaárunum, og tað man vera Harrin, ið hevur lagað tað so. At halda á eini føroyskari bók var rættiliga forkunnigt, sigur Flóvin m.a. Meginparturin av tí, ið varð lisið, var á fremmandum máli. Men um hesa tíðina var tað, at føroyskt mál var farið at fóta sær bókmentaliga. Victor Danielsen hevði givið fleiri bøkur út, sum hugaliga vórðu lisnar í heimi teirra. Og tey høvdu fingið sangbøkur á føroyskum, bæði við tjóðskaparligum og andaligum sangum. Á tí andaliga økinum gingu teir sonevndu brøðurnir undan. Victor Danielsen hevði nú týtt alla Bíbliuna til føroyskt. Hon kom út í 1949, og tað var ein fragd at kunna lesa Orð Guds á móðurmálinum. Victor helt á at týða sangir til føroyskt, og tann stóra Guds Fólks Songbók kom í 1952. Victor doyði í 1961.
Allur hesin málsligi framburður kveikti í hesum heiminum í Norðragøtu neistan til at læra væl føroyska málið og stava tað rætt, tí skalt tú týða ella skriva, so er alneyðugt at duga málið. Zacharias gjørdi føroyska brævskúlan lidnan miðskeiðis í 50-unum, so hann var rættiliga stinnur í føroyskari rættstaving.
Á bíbliuskúla í Breltandi
Fleiri persónar vóru fyrimynd. Her kann nevnast Petur Háberg, sum var ein eldsál, bæði við at skriva og at tala. Hann hevði í fleiri ár stjórnað blaðnum „Sunnudagsskúlin“, sum tey lósu við gleði hvønn sunnudag, og bæði Zacharis og Flóvin týddu onkrar søgur til hetta blað, so hetta gjørdi sítt til, at teir hildu fram í sama spori. Zacharias fór seinni í læru í Havn, og hann var rættiliga kveiktur andaliga har, og tá ið ein tíð var liðin, setti hann sær fyri at fara á bíbliuskúla í Onglandi. Men tað var ikki, fyrrenn hann hevði staðið lærutíðina sum blikksmiður. Hann fór so ein trolaratúr til Grønlands, men breyt tummilin, so hann mátti koma heim. Hesa tíðina, hann gekk við brotnum tumli, tók hann avgerðina um at fara á bíbliuskúla. Hann sigur, at tað mundi vera Harrin, ið lagaði tað so.
Árið eftir, at Zacharias var farin í skúla, fylgdi Brynleif Hansen honum eftir. Teir vóru rættiliga virknir andaliga, serliga, tá ið teir høvdu fullført bíbliuskúlan. Teir vóru ungir og brennandi og høvdu nógvar nýggjar sangir og serliga kór við sær úr Onglandi. Hetta vóru lættir sangir og kór, sum tey allarflestu í samkomuni tóku til sín, og tað man ikki vera ov nógv sagt, at sangurin ongantíð hevur verið fyri so stórari broyting í samkomunum í Føroyum sum í 60–70-árunum. Her hugsi eg um løgini.
Fyrimyndir og samverkafólk
Petur Háberg var nú farin undir Blaðið „Lív og læru“, sum var eitt ógvuliga kærkomið andaligt tíðarrit. Flóvin var sjálvandi hugtikin, og tá ið so Zacharias skrivaði nógv, kom Flóvin so líðandi upp í tað arbeiðið hjá honum, tí Flóvin dugdi blindskrift við skrivimaskinu, so tað gekk skjótt, tá ið Zacharis las tekstin upp fyri Flóvini. Hetta lætti sum vera man væl um hjá Zacharisi.
Tá ið so Zacharias, Brynleif og Páll Poulsen høvdu í hyggju at geva eitt blað út, var Flóvin til dystin fús at hjálpa til við tí skrivliga. Úrslitið gjørdist blaðið „Røddin“, sum kom út fyrstu ferð í 1970 og helt fram til 1982. Tá vóru tilsamans 122 bløð komin, onkur nummur samanløgd. Eisini blaðið „Barnarøddin“ kom út frá hesum forlagi í 1972 og nøkur ár fram, og tað var Steinvør Olsen, ið hevði ábyrgdina av tí.
„Leirkerið“ kom út sama ár, sum „Røddin“ helt uppat, og tað er komið út síðan. Fyrsta árið komu 2 nummur, síðan 6 nummur árliga til 1987, tá ið blaðið kom óregluliga út í eitt áramál. Frá 1993 eru 4 nummur komin hampiliga regluliga út um árið. „Leirkerið“ er tilsamans komið út í um leið 120 numrum, ymiskt til longdar, men í dag aloftast við 32 síðum.
Hesir báðir ríkaðu føroyska bókaheimin dyggiliga
Frá „Forlagnum Røddini“ komu fleiri bøkur út, til „Bókaringurin Leirkerið“ byrjaði sítt virksemi í 1983. Her er ein listi yvir allar hesar bøkur, upsettar í bókstavarøð. Onkrar, ið Zacharias og eisini Flóvin hava týtt, eru komnar út á „Forlagnum Halgirit“, sum Svenning av Lofti stóð fyri. Onkur kann vera gloymd á listanum:
Eitt sindur av søgu um prentvirksemi teirra
Skoytast kann uppí her, at fyrstu tíðina varð allur tekstur settur við hond, síðan við blýggi, til seinast í 70-unum setimaskinan kom til Føroya. Higartil varð alt tilfarið latið prentstovum og prentsmiðjum sum handrit, sum tey so tóku sær av víðari. Teir fóru seinni at seta allan tekst teirra á eini setimaskinu, ið teir høvdu til láns frá „Kristniboðssambandinum“. Seinni, í 1983, keyptu teir sína egnu, og nú kundu teksturin goymast inni á diskettum. Men sera avmarkaðar vóru hesar setimaskinur, tí tú skrivaði alt út á fotografiskt pappír og mátti so fara í myrkakamar at framkalla. Tú sást ikki úrslitið, fyrrenn tað var framkallað. Teir høvdu tilsamans tvær slíkar setimaskinur, til tann rættiliga teldutíðin kom fyrst í nítiárunum. Nú var lagamanni, tí nú vóru forritini vorðin so framkomin, at tú sást alt, tú gjørdi, og skriftirnar gjørdust óendaliga nógvar, sum frá leið. Harðdiskur var nú komin í teldurnar, so tú fekst goymt meira inni á telduni. Nú er næstan ikki mark fyri, hvussu nógv kann goymast inni á eini teldu.
Eddið (ð) hevði altíð verið ein trupulleiki, tí tað var ikki ein standardstavur í fontunum tá, og at gera ein serligan font við føroyskum stavum var rættiliga kostnaðarmikið, tí hann skuldi gerast í USA, og teir skuldu hava stavirnar í fullkomnum líki, áðrenn teir kundu gera hann. Men íslendingar komu føroyingum til hjálpar, tí teir fingu saman við føroyingum trokað á Microsoft og teir, ið gjørdu skriftir, at fáa okkara serstavir við í fontirnar. Ein fontur er ein skriftfamilja. Í dag eru túsundtals ymiskar skriftir ella fontar tøkir, og teir allarflestu hava okkara stavir við.
Síðan tá hevur Flóvin sett og umbrotið nærum alt, ið teir hava givið út. Nú verður tað sent talgilt til eina prentsmiðju, hvar enn tað skal vera, enntá til USA ella til Fjareysturs til at prenta út. Í dag kann hvørt fólk, ið hevur hegni og handalag og heldur seg til, útvega sær eitt forrit og skriva og umbróta eina bók ella eitt blað.
Vóru tøkir at hjálpa aðrastaðni
Umframt omanfyrinevndu bøkur hevur virki teirra, Effzett, umbrotið, rættlisið og hjálpt til við mongum øðrum útgávum. Eitt nú kann nevnast, at teir hava ljóslisið (OCR-skannað) Bíbliuna og Nýggju sangbókina. Móðurmálsorðabókin og Dansk Føroyska orðabókin frá Fróðskaparsetrinum eru umbrotnar hjá teimum. Eitt skifti góvu teir álmanakka við skriftstøðum og vøkrum myndum á út í samstarvi við eitt danskt útgávuforlag.
Nógvar bøkur liggja enn sum handrit hjá teimum, og ilt er at siga, um teir megna at fáa givið alt út. Stórt arbeiði liggur í at rættlesa, at snøgga tekstin og fáa hann at sita, og tað er ymiskt, sum tað hevur eydnast. Eisini liggja rættiliga nógvar talur, ið Zacharias hevur havt gjøgnum árini, sum handrit. Hugaligt hevði verið at fingið alt út. Flóvin sigur, at teir fara at royna eftir førimuni, so leingi Harrin unnir teimum tað.
Annars hevur Zacharias týtt og yrkt 122 sangir og kór og Flóvin 45 í Nýggju Sangbók Guds Fólks. Rættiliga nógvir eru ikki komnir við, men eru at finna í tí stóra savninum við sangum, nótum og ljóði, ið liggur sum forrit á fløgu.
Tá ið vesturroðin nærkast
Zacharis er nú farin at eldast, sum Flóvin tekur til, ja, eisini Flóvin – Zacharis verður 82 ár í august og Flóvin er 74 – so sporini eru farin at tyngjast. Zacharias hevur umframt ábyrgdina av blaðnum og bókunum verið í orðsins tænastu í yvir 56 ár, og tað er hann, sum hevur verið tann stóra drívmegin í skrivliga verkinum. Nú er rættiliga avmarkað, hvussu leingi Harrin unnir Zacharisi at halda á afturat. Teir vóna, at Harrin hevur onkran ella onkrar at taka eftir. Høvdu teir ikki havt trúgvar hjálparar, sigur Flóvin, bæði fíggjarliga og við tí skrivliga, var fyri langt síðan alt útgávuvirksemi teirra hildið uppat, men Harrin hevur altíð og í tøkum tíma veitt hjálp gjøgnum ymiskar brøður og systrar, og tað eiga tey óendaliga stóra tøkk fyri, men Harrin eigur alla æruna, sum hevur lagt hesum ymisku fólkunum á hjarta at stuðla hesum verki.
Sum eg onkuntíð havi sagt, so tekur tað minst hundrað ferðir longri tíð og meiri enn tað at skriva eina bók, rættlesa og geva hana út, enn at lesa hana. So allar hesar – 122 bøkurnar – og útgávuvirksemið hjá Leirkerinum, sum hevur verið holla arbeiðið hjá Zacharisi og Flóvini, hevur eitt árin, ið fáur dugir at ímynda sær, á okkum og ikki minst á komandi ættarliðið.
Minnast hesar í bønum okkara
Latið okkum minnast Zacharis og bróðurin Flóvin í bønum okkara og á annan hátt hesar gávuríku brøðurnir, føddir og vaksnir upp í einum góðum og andaligum heimi í øllum eyðmjúkleika saman við 5 øðrum deyvum systkjum.
Eftirskrift:
Mangt er hent síðan henda dagin, 19. mai 2017, við bókum, sum eru komnar út, sum ikki verður komið inn á í hesum viðfangi.
Eisini fór Zacharias heim 21. august 2017 til tann Harra, sum hann tænti í talu, í skrift og í sangi, í kærleika, treysti og trúfesti.
Yvirlit yvir útgávur
Hesar 122 bøkurnar eru higartil – í mai mánaði 2017 – givnar út!
- Bankabók trúarinnar eftir C.H. Spurgeon
- Batseba eftir Francine Rivers
- Bíblian á føroyskum í hálva øld eftir Zacharias Zachariassen
- Bíbliuatlas eftir H.H. Rowley
- Bíbliu-panorama eftir Alfred Thompson Eade
- Blóðvitni í Katakombunum
- C.T. Studd eftir Norman P. Grubb
- Dagsins orð eftir Svenning av Lofti
- Deyðans durur eftir Kermit Bradford
- Deyðin og aftaná eftir H.A. Ironside (Halgirit givið út)
- Einaferð frelstur – altíð frelstur? eftir Jákup Olsen
- Ein leið er heimaftur til Gud eftir William McDonald
- Ein hendingarík ferð eftir William T. Stunt
- Ein pínslarváttur eftir Emily Sarah Holt
- Eitt afturlit eftir Hudson Taylor
- Er Bíblian álítandi eftir Arthur Gook (Halgirit givið út)
- Fangar á Ho Chi Minh gøtuni eftir Marjorie R. Clark
- Ferðakostur I
- Fótafar eftir Z. Zachariassen
- Frá penni Petur Hábergs 1
- Frá penni Petur Hábergs 2
- George Müller eftir A.T. Pierson
- Gjøgnum eldsovnin eftir Colin B.C. Tilsley
- Gløðandi kol – og Susie… eftir J.C. Brumfield
- Gud og heimurin eftir J.T. Mawson
- Harrin er hirði mín eftir Phillip Keller
- Hebrearabrævið eftir Adolf Bjerkreim
- Heimleysur í London eftir W. Burton
- Hermerki Harrans í húnar hátt eftir Dick Perfect
- Hin stilla løtan eftir Alfred P. Gibbs
- Hugleiðingar og staðfestingar eftir Absalon Absalonsen
- Hyggjuráð eftir Alice Hill
- Í hondum sjórænara eftir M. Monsen
- Í húsi faðirs míns eftir Corrie ten Boom
- Ísrael – land lyftisins eftir Petur W. Háberg
- Í tøkum tíma eftir Lars Rostbølle
- Jehova Vitni – víst aftur vers fyri vers eftir David Read
- Jeremias, hin grátandi profeturin eftir Zacharias Zachariassen
- Kreftir hins komandi heims eftir Zacharias Zachariassen
- Kristnir russar fyri rættinum
- Kristus fyri skotum eftir Lee Strobel
- Kærleiki Kristusar eftir Ahasverus Fritsch
- Lambið eftir John R. Cross
- Lívið – eitt undur eftir Robert G. Wells og Ken Gire
- Lív mítt á sjógvi og landi eftir Levi Joensen
- Luis Palau, sjálvsævisøga, søgd J.B. Jenkins
- Lærarin á skúlabonki eftir Alfred P. Gibbs
- Mangan dýrabarari enn gull eftir Bob Stokes
- Mary Slessor eftir A.R. Evans
- Meira enn træsmiður eftir Josh Mac Dowell
- Minniligar hendingar eftir Edvard Jacobsen
- Minnisbrot eftir Hjørdis Háberg
- Millum villmenn við Amazonánna eftir Harold Wildish
- Náði yvir náði eftir Poul Madsen
- Órannsakiligi ríkdómur Kristusar eftir A. McKinnon
- Pálmarasamkoman eftir E.H. Broadbent
- Pílagrímsferðin sum teknisøga
- Profetiska ætlan Guds eftir J.M. Davies
- Rahab eftir Francine Rivers
- Reis tey, ið falla eftir Samuel H. Hadley
- Robert Moffat eftir J.G. Western Holt (Halgirit givið út)
- Rutt eftir Francine Rivers
- Samkoman, 1. bind eftir Jógvan Zachariassen
- Satan og virki hansara eftir Fr. A. Tatford (Halgirit givið út)
- Sálmar okkara og teir, ið yrkt hava eftir Jens av Reyni
- Skapan ella úrreiving eftir John Ankerberg og John Weldon
- Sonur mín, sonur mín eftir Bernard Palmer
- Sólskinslandið eftir Cristina Roy
- Steðga og hugsa eftir Victor Jack
- Stríðið um borð Harrans eftir Andrew Miller
- Søgur um sangir eftir Petur Háberg
- Tað hendi umborð 1 og 2 eftir Svenning av Lofti
- Talur eftir D.L. Moody og tveir fyrilestrar
- Tamar eftir Francine Rivers
- Tey bæði altarini eftir Gustav Nielssen
- Teir bóru boð í bý eftir Marius Absalonsen
- Tíðarskeið samkomunnar eftir A.E. Horton
- Tilbiðjan eftir A.W. Tozer
- Tit hava salving eftir David Clifford
- Trúvirði Bíbliunnar eftir H.C. Nerskov
- Uppreisnin eftir J.N.D. Anderson
- Ver rættur eftir W.W. Wiersbe
- Víntræið og greinarnar eftir David Tryon
- Víst megnar tú tað! eftir Claudiu Mühlan
- Vón fyri byrðað bróst eftir Billy Graham
- Zvi eftir Elwood McQuaid
- Ævigi tryggleiki Guds barna eftir H.A. Ironside
- BARNABØKUR:
- Barnafrelsarin eftir Alex Ross
- Bíblian í orðum og myndum
- Carlos eftir Marcos Carpenter
- Chebet eftir Ben Alex
- Dýrgripir kavans eftir Patricia M. St.John
- Ein hendingarík ferð eftir William T. Stunt
- Glæstribøkurnar (9 í røðini)
- Hin veiki vísir kærleika eftir M.V.O.
- Jesus mettar fimm túsund (málibók)
- Nýggja myndabíblian eftir Kenneth N. Taylor
- Smáir einglar eftir Charlesworth
- Stjørnuljósið eftir Patricia St. John
- Tað besta, ið finst eftir Trolli Neutzsky Wulff
- RØÐIN HJÁ VICTOR DANIELSEN (endurútgivnar saman við Nýggja Forlagnum):
- Aðru ferð eftir Victor Danielsen
- Alt av náði eftir C.H. Spurgeon
- Benny hennara eftir Silas K. Hockings
- Bilsnir synir eftir Amy Le Feuvre
- Ein jólasøga
- Frelsari mín eftir Victor Danielsen
- Frá vantrúgv til Kristus eftir Guy Thornton
- Gud er trúgvur eftir J.R. Macduff
- Himmalin eftir D.L. Moody
- Hin heilagi bardagin eftir John Bunyan
- Hygg á Jesus (andaktsbók)
- Kom til Jesus eftir Newman Hall
- Mary Jones og Bíblia hennara eftir Mary Carter
- Nei, lyftið sveik ikki eftir Victor Danielsen (Innb. við tekningum)
- Ómetalig náði eftir John Bunyan
- Pílagrímsferðin eftir John Bunyan
- Talur eftir Victor Danielsen
- Tá ið Eingil fylti eftir O.F. Walton
- Tikin ella latin eftir O. Walton
- Tríggjar smásøgur eftir Guðrun Lárusdóttir
- Við Gudi er smátt stórt eftir Mrs. Bird
- Við hitt tronga portrið eftir C.H. Spurgeon
Tilsamans 122 bøkur
Týðararnir eru ikki nevndir í hesum viðfangi.



