Eg eiti Oddmar á Lakjuni og eri 30 ár. Eg eri føddur, uppvaksin og búgvi í Klaksvík.
Eg stilli upp til býraðsvalið, og eg trúgvi, at eg eri væl skikkaður til hesa uppgávu at gera Klaksvíkar kommunu til eina enn betri kommunu og fáa okkum øll at støðast her enn betri.
Eg eri fyri stuttum fluttur aftur til Klaksvíkar úr USA, har eg í fýra ár havi lokið mær útbúgving innan altjóða handil og roknskap.
Umframt hesa útbúgving eri eg eisini bankalærdur og arbeiði eg í dag í BankNordik. Harumframt havi eg eisini royndir í byggivinnuni og fiskivinnuni, bæði á sjógvi og á landi.
Hesum vil eg arbeiða fyri:
Vinnan: Skal hava so góðar karmar sum møguligt. Smáídnaður skal stimbrast og ídnaðarøki gerast. Norðhavnin skal útbyggjast.
Ungdómurin: Betri umstøður til ítrótt og mentan.
Familjan: Hægri barnafrádrátt. Betri bústaðarmøguleikar. Fleiri barnagarðspláss.
Tey eldru: Tey eldru skulu kunna búgva heima sum longst við bestu vitjunnar – og mattænastu. Ongin bíðirøð til røktarheimspláss.
Trivnaður: Lækka skattaprosentið. Alternativir bústaðir. Liðugtgerð av vegum og gongubreytum.
Set X við Oddmar á Lakjuni á valinum 8. november 2016.
Blíðar heilsanir Oddmar á Lakjuni




