Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er avloysarin hjá Thiago í 07 Vestur

Jákup Ósá

Sum skilst hevur 07 Vestur funnið avloysaran fyri Thiago Pinto Borges.

Sum skilst hevur 07 Vestur funnið avloysaran fyri Thiago Pinto Borges.

07 Vestur hevur gjørt skjótt av við at funnið avloysaran fyri Thiago Pinto Borges, sum fekk sekkin í felagnum fyri nøkrum døgum síðani og sum møguliga endar í HB, har hann sum skilst hevur víst sannførandi spæl undir venjing higartil. Avloysarin er kendur í 07 Vestur, tí tað verður danski toppskjúttin í 07 Vestur í fjør, Søren B. Nielsen, sum kemur aftur til felagið, um ein skal trúgva søgunum har vesturi. Søren B. Nielsen kom til 07Vestur fyri einum ári síðani og skoraði 26 mál í 20 dystum í næstbestu deildini í fjør. Hann bleiv valdur til ársins leikara í felagnum, so talan er helst um ein leikara, sum tey kring 07 Vestur eru glað fyri at fáa aftur. Áðrenn tað var hann m.a. toppskjútti fyri danska felagið Thisted. Hóast hetta, so lá annars í kortunum, at danski álopsleikarin ikki kom aftur til 07Vestur, men hetta er broytt nú Thiago gavst í felagnum. 

Søren Nielsen er 26 ára gamal og spælir vanliga sum álopsleikari. Enn hevur 07 Vestur ikki kunngjørt leikaran, so fyribils skal tað takast við fyrivarni.