Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er drepandi fyri vinnuna..

Oliver Joensen

Tað sigur Reiðarafelagið millum annað í tíðindaskrivi um býtið av svarttkjaftakvotuni, ið hevur fylt alt tað politiska rúmið.

Seinastu tíðina hava vit, sum varða av fiskivinnuni, verið vitnir til, at spurningurin um býti av svartkjaftakvotuni – sum allir føroyingar eiga – fyllir alt tað politiska rúmið. Kjakið er eftirhondini vorðið so øðrkymlandi, at torført er at skilja, hvat endamálið er við tí, sum gongur fyri seg.
Føroya Reiðarafelag hevur ikki luttikið í hesi orrustuni, men nú halda vit, at tíðin er komin til at vit tala at.
Vit fara at heita á menn og kvinnur sum sita við politisku ábyrgdini um at vísa ábyrgd. Tað, sum gongur fyri seg nú, skapar fullkomnan ótryggleika í vinnuni. Teir, sum hava gjørt íløgur fyri hundratals milliónir við áliti á, at teir fingu loyvi til at gagnnýta sín part av tilfeinginum, eru øðrkymlaðir av støðuni og óvissuni um framtíðina.
Ongastaðni í heiminum verða íløgur gjørdur á slíkum grundarlag. Eitt er at støðan hjá fiskastovnunum er skiftandi, sum eitt nú við svartkjaftastovninum, ið er illa fyri í løtuni. Annað er so tað, at menn, ið gera íløgur í vinnuna, ikki kunnu hava álit á, at politiska skipanin ikki broytir fyritreytirnar.
Hetta er drepandi fyri vinnuna, og álitið á føroysku skipanina fer fyri bakka.
Tað seinasta, sum vit hava fingið at vita, er at kanningarnar hjá Havstovuni í ár vísa, at útlitini fyri svartkjaftastovnin eru sera døpur. Hetta stuðlar so bara meira upp undir, at fyritreytir mugu vera fyri at leggja fiskiskapin soleiðis til rættis, at sum mest fæst burtur úr tí avmarkaða tilfeinginum.

Føroya Reiðarafelag

Viberg Sørensen, form.