Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er ein skandala fyri føroyskan fótbólt

John William Joensen

sigur ærislimurin í ÍSF, Haldgrím Gregersen, sum í meira enn 40 ár var nevndarlimur í GÍ og harav var formaður í 30 ár

– Eg havi slitið allar formennirnar í ÍSF niður uttan tann fyrsta, sum var Mykinesmaður, sigur Haldgrím Gregersen, sum í dag er 73 ára, men enn fylgir væl við í tí, sum fer fram í føroyskum fótbólti.

Ítróttardómstólurin eigur ikki at viðgera slík mál
– Ítróttardómstólurin bleiv ikki stovnaður fyri at viðgera slík mál, sum málið um HB leikaran, og minnist eg rætt so hevur hann ikki verið brúktur til nakað líknandi síðani hann á sinnið noktaði FSF at leika finaluna um Ísafjarðarsúluna á Ólavsøku.
– Eg var ein av teimum, sum meintu at tað var rætt at spæla finaluna í steypakappingini á Ólavsøku, men hetta vóru havnafeløgini hart ímóti. Tey vildu jú hava alla inntøkuna frá teimum dystum, sum vóru spældir á Ólavsøku og tí fingu teir hendan dómstólin at steðga finaluni.

Skilir ikki forsetan í ÍSF
– Skal eg siga sum er so havi eg altíð hildið nógv av Heðin Mortensen tí eg haldi at hann er ein aktivur maður og tí standi eg púra óskiljandi at hann fór inn í hetta málið.
– Eg minnist eitt líknandi mál har eitt lítið flogbóltsfelag, Nøvan, føldi seg snýtt í einum málið viðvíjandi einum leikara, men tá hoyrdist ikki so mikið sum eitt host frá ÍSF forsetanum og tá kundi hann eisini ignorera Nøvuna, tí hon var eitt lítið felag.
– Men nú HB kom á breddan, so leyp borgarstjórin í Havn avstað og gjørdi allan føroyskan ítrótt fyri skommum.
– Eg kann bara tulka hetta sum stemmifiskarríð og tað er lítið sømuligt fyri ein ÍSF forseta.
– Kjarnin í málinum er jú at Mittelstein hjá HB hevur sovið í tímanum og tí kann tað ikki vera rætt at halda føroyskan fótbólt sum gíðsla!

Tveiti HB út
– Um eg ráddi fyri borgum so hevði eg mælt til at HB var sett í karantenu ella tveitt út úr FSF, um teir ikki vilja undirorna seg tær reglur sum føroyskur fótbóltur hevur samtykt.
– Eg havi eisini tosað við nakrar av formonnunum í føroysku fótbóltsfeløgunum og eingin av teimum er ósamdur í hesum.
– Um HB ikki vil respektera spælireglurar so er eitt at gera og tað er at tveita HB út, so kappingin ikki heilt fer í knús.
– Við at skapa so nógv rumbul hevur HB gjørt tað ógjørligt at spæla steypadystirnar og tí er heilt greitt at HB eigur í minstalagið at gjalda endurgjald til FSF og hini feløgini fyri mistar inntøkur, sigur ein avgjørdur Haldgrím Gregersen, nú ítróttardómstólurin hjá ÍSF hevur biðið kappingarnevndina um at taka alt málið up av nýggjum.