Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er fyribils KÍ hópurin í 2014

Jákup Ósá

KÍ spælir sunnudagin fyrsta venjingardystin í ár. Vit hava hugt eftir, hvussu hópurin sær út, nú venjingardystirnir av álvara fara at seta dám á fyrireikingarnar til Effodeildina 2014.

KÍ spælir sunnudagin fyrsta venjingardystin í ár. Vit hava hugt eftir, hvussu hópurin sær út, nú venjingardystirnir av álvara fara at seta dám á fyrireikingarnar til Effodeildina 2014.

Seinasta vikuskiftið spældu Víkingur og Skála fyrsta venjingardystin í ár, har Víkingur við málum frá Kaj Leo í Bartalsstovu, Hjalta Strømsten og Heðin Hansen tryggjaði sær ein 3-0 sigur. Men tað er komandi vikuskiftið, at tey flestu liðini spæla sínar fyrstu venjingardystir. HB og EB/Streymur spæla í Gundadali leygardagin kl. 11, meðan B36-KÍ spæla sunnudagin kl. 15.00.

Broytingarnar

Sum Norðlýsið skrivaði í seinastu viku, so er framvegis sera ivasamt, um Heðin á Lakjuni tekur eitt ár afturat. Hann segði tá, at størsti møguleikin tá var, at hann gavst, tó at eingin endalig avgerð var tikin. Aðrar broytingar hjá KÍ í mun til í fjør eru, at Jógvan Isaksen og Kristoffur Jakobsen eru farnir til ávikavist AB og ÍF, meðan Jonas Flindt Rasmussen og Ndende Adama Gueye eru komnir til felagið. Oddmar Marsten, ið var í hópinum í 16 dystum í fjør, hevur heldur ikki verið at sæð til venjingar enn og tí má metast at vera ivasamt, um hann verður partur av Effoliðinum hjá KÍ. Nýggir í hópinum, sum eru tiknir upp frá ungdómsfótbóltinum í KÍ, eru Andrias Frederiksberg og Jóannes Bjartalíð. Og so er Rudolf Eliasen byrjaður aftur, eftir at hann ikki spældi fótbólt í fjør.

Fleiri skaðar

Niðanfyri hava vit teir 23 leikararnar, sum í løtuni tykjast vera nærmast KÍ hópinum. Av teimum hava nakrir av ymiskum orsøkum – m.a. vegna skaðar – ikki vant eins nógv sum aðrir og tí er ivasamt, um hesir vera við teir fyrstu venjingar dystirnar. Gunnar á Steig, John Daniel Guðjónsson, David Langaard og Álvur Christiansen hava ikki vant stórvegis seinastu tíðina. Av hesum kann Álvur Christiansen væntast at fáa ein stóran leiklut á liðinum í ár, men í løtuni hevur hann ein so mikið álvarsligan skaða, at hann ikki fær vant.

Fyribils KÍ hópurin er hesin:


Málverjar:

Meinhardt Joensen

Gunnar á Steig

Fríði Sigurðsson

Kristinn Akursmørk


Verjuleikarar:

Rudolf Eliasen

Gunnar Christiansen

Andrias Frederiksberg

Jonas Flindt Rasmussen

John Daniel Guðjónsson

Sørmundur Kalsø

David Langaard

Tórður Justesen


Miðvalla leikarar:

Ísak Simonsen

Jóhan Jacobsen

Henry Heinesen

Ivan Joensen

Atli Danielsen

Ndende Adama Gueye

Heðin Klakstein

Hjalgrím Elttør

Álvur Christiansen

Jóannes Bjartalíð


Álopsleikari:

Páll A. Klettskarð

Harleyfacadeacryl