Ein og vanligt fylgir Norðlýsið væl við Klaksvíkskappingini. KÍ hópurin til dystirnar um vikuskiftið er úttikin.
KÍ hópurin hevur í løtuni seinastu venjingina áðrenn Klaksvíkskappingina. Millum leikararnar er Páll A. Klettskarð, sum tí helst verður at síggja longu nú, eftir at hann annars hevur havt ein skaða, sum var torførur at meta um viðv., hvussu leingi hann fór at vera úti. Annars verður sagt frá góðum líkindum leygardagin, tá skráin er hendan:
Kl. 13.00: HB-B36
Kl. 15.30: KÍ-ÍF
Nordlysid.fo fylgir báðum dystunum við beinleiðis dagføringum úr Djúpumýru. Uppstillingar, málskjúttar og nógvar myndir seta dám á heimasíðuna um vikuskiftið, har vit helst fáa bestu ábendingina um liðini áðrenn landskappingin byrjar um 3 vikur.
KÍ hópurin til Klaksvíkskappingina er hesin:
Meinhardt Joensen, Fríði Sigurðsson, Kristinn Akursmørk, Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Jóhan Jacobsen, Tórur Justesen, Andrias Frederiksberg, Ísak Simonsen, Rudolf Eliasen, Ivan Joensen, Jóannes Bjartalíð, Ndende Adama Guéye, Atli Danielsen, Heðin Klakstein, Dávid Langgaard, Kristian á Lakjuni, Páll A. Klettskarð, Hjalgrím Elttør og Álvur F. Christiansen.




