Vónin samtakið hevði í 2025 eina samlaða sølu á 644 mió. kr., samanborið við 661 mió. kr. árið frammanundan. Úrslitið eftir skatt var 27,7 mió. kr., meðan tað í undanfarna ári var 45,0 mió. kr.
Sambært felagnum var gongdin í 2025 millum annað ávirkað av fiskakvotum og ófriðinum í heiminum.
Vónin hevur virksemi í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Kanada, Danmark, Norra og Litava við tilsamans 22 deildum kring Norðuratlantshavið. Í Føroyum eru deildir á Norðskála, í Fuglafirði og í Tórshavn.
Felagið hevur seinastu árini arbeitt við menning av trollemmum, sum kunnu stýrast beinleiðis frá brúnni á fiskiskipum. Eftir at hava ment loysnir til pelagiska flotan, arbeiðir Vónin nú eisini við botntrolslemmum. Endamálið er at minka um orkunýtslu og ávirkan á havbotnin.
Sum liður í hesi menning ætlar Vónin seinni í ár at yvirtaka framleiðslu av trollemmum í Litava fyri at styrkja veitaraketuna og marknaðarstøðuna.
Umhvørvisarbeiðið hevur eisini verið eitt fokusøki. Seinastu fýra árini hevur samtakið sent meira enn 3.500 tons av tilfari til endurvinning, sum sambært felagnum svarar til eina minking á 12.840 tons í CO₂-útláti.
Alivinnan hevur fingið størri týdning hjá samtakinum, og í 2025 varð kunngjørt, at føroyska alivirksemið hjá Vónini varð lagt saman undir nýggja felagið Eldi Føroyar, sum er partur av Hampiðjan-samtakinum.
Miðaltalið av starvsfólkum í samtakinum var 437 í 2025, harav 99 starvaðust í Føroyum.





