Í dag kl. 12.00 lótu dyrnar alment upp á KG Hotel, har starvsfólkini titaðu runt og fingu alt at virka eftir ætlan.
Jóhannes Jensen, stjóri á Gist og Vist, nýggi stjórin á KG, 36 ára gamli Eirikur Jákupsson gingu aftur og fram blíðoygdir og hildu skil á.
Søluleiðarin, Randi á Bergi og móttøkuleiðarin, Karla V. Joensen á nýggja hotellinum høvdu eisini sítt at takast við, so alt gekk so smilliga fyri seg hjá gestunum, sum gjørligt.
Annars greiðir Jóhannes Jensen, frá, at tað verða 35 starvsfólk knýtt at KG Hotel, matstovuleiðari er Margret Heldarskarð, Barr Leiðari, Phil Freere og høvuðskokkur er Erick Ibarra.
Ein gestur var eyðmerktur sum hin fyrsti, uttan at hann visti av, at hann var tann fyrsti.
Tað er einki at taka seg aftur í, at talan er um eitt heilt serstakt hotel mitt í hjarnuni í Klaksvík, ið er sniðgivið av MR. Arkitekt, Ósbirni Jacobsen, sum fyri nøkrum árum síðan, í 2013 vann arkitektakappingina fyri miðbýin í Klaksvík – Hann vann kappingina millum teir 172 aðrar arkitektar umboðandi at kalla allan heimin.
Síðani hevur hann sniðgivið Biskupstorg, Neystið, Varpið og nú KG Hotell. Tað man vera hugaligt at sleppa at seta ein slíkan gimstein við hesum heilt serstaka hotellinum á egna hugskotið um miðbýin í Klaksvík, har m.a. verður sagt at allar framsíðurnar – eisini takið, skulu umhugsast við serligum sniðið, júst tí bygt verður í miðbýnum.
Ósbjørn saman við byggiharranum, CiG-samtakinum og Kanjon hava gjørt eitt satt brag at byggja hetta heilt serliga hotellið, tikið úr leikum so flott, sum við vissu fer at lyfta Klaksvík langt fram í tíð.
Tað er bara hugflogið, ið setur mørk fyri tí samstarvi og tilboðum, hotellið kann veita í framtíðini, har m.a. matstovur í grannalagnum, ferðavinnan, handilsvinnan, Varpið og so nógv onnur eisini kunna hava ein viðspælandi leiklut.
Hjartaliga til lukku við hotellinum – Tykkum verður ynskt bestu eydnu og blíðan byr!













