Tað heldur Óla Hendrik av Fløtum umborð á Drekanum Reyða.
Tað heldur Óla Hendrik av Fløtum umborð á Drekanum Reyða.
Mánadagin verður seinasti FM kappróðurin í ár. Ein róður, sum kann blíva spennandi tann dagin, er hjá 10-mannaførunum, har tað annars als ikki hevur verið kapping fyrr í ár. Orsøkin er, at Drekin Reyði møguliga fer at fáa kapping á ólavsøku, nú Klaksvíkingur verður við. Ein bátur, sum seinastu árini hevur verið einaráðandi hjá 10-mannaførunum, men sum bara hevur luttikið á Norðoyastevnu í ár. Tá vann Drekin Reyði við hálvari bátslongd.
Hesin róðurin hevur nógv at siga
Óla Hendrik av Fløtum er ein av royndu rógvarunum umborð á Drekanum Reyða og hann staðfestir, at ólavsøkuróðurin hevur nógv at siga.
– Hetta er ólavsøka, hetta er í Havnini og vit eru FM vinnarar. Hjá øllum bátum kann árið bjargast við at vinna á ólavsøku. Hjá okkum spillir tað nakað, um vit ikki vinna á ólavsøku. Tað er eingin ivi um tað, sigur hann.
– Tað verður ein stórur flottur floti við 10 10-mannaførum. Eg vænti at vit koma at síggja tvey feltir. Har vit, Klaksvíkingur og Vestmenningur koma at liggja har frammi, meðan hinir so koma at kappast og har kann vera, at onkur masters manning fer at taka onkran av bátunum í FM kappingini, sigur Óla Hendrik.
Hann sigur, at á Norðoyastevnu sóu teir, hvussu hetta árið fór at vera.
– Áðrenn Norðoyastevnu veit ein ikki, hvar ein flýtur. Men á Norðoyastevnu sóu vit, at tað sá gott út hjá okkum. Og tá vistu vit eisini, at kappingin neyvan bleiv tann stóra, um Klaksvíkingur ikki kom við aftur. Tí vit hava kappast ímóti Havnarbátinum, sum hevur unga manning, Eysturoyingi, sum hevur óroynda manning og Orminum Langa, sum hevur eldri rógvarar, sigur rógvarin umborð á Drekanum Reyða.
Moralska finalan
Óla Hendrik av Fløtum ásannar, at moralska finalan er á ólavsøku. Klaksvíkingar halda, at tað verður eitt satt bragd, um teir vinna við lítlari venjing.
– Vit taka tað sum ein heiður, at teir halda tað vera eitt so stórt bragd at vinna á okkum. Vit hava ein eykamann við á ólavsøku og so mugu vit síggja, hvussu tað fer at ganga, sigur hann.
– Men tað stendur nógv uppá spæl. Hetta er moralski sigurin. Vinna vit, so kunnu vit siga, at vit vunnu bæði FM og ólavsøkusigurin, meðan Klaksvíkingur kann siga um hann vinnur, at teir vóru best á ólavsøku og samstundis hevur hann víst, at vit høvdu fingið meira kapping, um teir róðu alt árið. Men vit fáa ongantíð svar uppá, hvussu árið hevði verið, um báðir bátarnir vóru við allar róðrarnar, sigur Óla Hendrik av Fløtum at enda.




