Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er Stine Bosse

Norðlýsið

Komandi nevndarforkvinnan í BankNordik er ikki hvør sum helst.

Nýggja nevndarforkvinnan í BankNoedik er fleiri ferðir kosin at vera ein tann ”makt miklasta ” kvinnan á arbeiðsmarknaðinum í Danmark.

Stine Bosse verður eftir ætlan nýggj forvinna í nevnini hjá BankNordik. Og talan er ikki um hvønn sum helst.

Tá Stine Bosse úttalar seg, so verður tað lurtað bæði á arbeiðsmarknaðinum og hjá politikkarum bæði innan- og uttanlands. Hon er kend talskvinna fyri politiskari og fíggjarligari ábyrgd sum aboð fyri einum tryggari og betri umheimi.

Stine hevur eisini lagt dent á, hvussu gott vit hava tað í Norðurlondum og at hetta ikki er nøkur sjálvfylgja. – Hetta er eitt úrslit av opnum og smidigum búskapi og eitt djúpt ”engagement í Europa og FN. Gloyma vit tað, so kann ”smørholið” torna út sum døgg fyri sólini. Hesi orð er sipað til politisku flokkarnar í bæði Danmark og Norðanlondum, sum í hesum árum taka frástøðu til samstarvið í Europa, sigur Stine, sum m.a. eisini er nevndarforkvinna í ”De Kongelige Teater”.


Fyritøkur hava samfelagsábyrgd

– Fyritøkur hava eina stóra samfelagsábyrgd, heldur Stine Bosse, sum eisini er endurgivinin fyri at siga, at tað er ikki í lagi at fyritøkur við stórum yvirskoti skulu uppsiga fleiri hundrað fólk. Tað helt hon var skeivt skilt.

– Sjálvandi skulu fyritøkur tjena pengar. Men eg haldi fast við, at fyritøkur hav eina ábyrgd yvir fyri vælferðarsamfelagnum. Tað ábyrgdina lyfta smáar lokalar fyritøkir, tí annars høvdu tær ongar kundar. Men tað heldur ikki hjá nøkrum stórum fyritøkum, sum skulu minnast á, at tær hava størri ábyrgd enn botnlinjan og hesar skulu hugsa seg væl um, áðrenn tey geva menniskjum sekkin, hevur Stine Bosse m.a. sagt.


Maktfull kvinna

Stine Bosse er fleiri ferðir kosin sum ein av maktfullastu kvinnum í Europa.

Eh havi ongantíð orduliga skilt, hví eg eri blivin vald. Men helst er tað vegna mína søgu á arbeiðsmarknaðinum og tað, at eg tori at siga mína meining um, hvussu vit skulu byggja okkara samfelag upp. Kyndið hevur nakða at siga, tí eg eri rættuliga einsamøll sum kvinna í toppleiðslum, sigur hon.

CV

Formand for bestyrelsen i Det Kongelige Teater – den danske nationalscene

Bestyrelsesmedlem i en lang række virksomheder og organisationer, Børnefonden, Flügger Denmark, TDC, Allianz and Aker ASA og CONCITO.

Tidligere topchef i forsikringskoncernen Tryg og dengang den højst placerede kvindelige topchef i Danmark

I 2009 og 2010 nummer 22 på Financial Times’ liste over “most influential business women in the world”.

Adjunkt professor på Copenhagen Business School

Forfatter til ”Bossen, om balance i ledelse”

Uddannet jurist

Født i 1960

Mor til to døtre og to bonussønner

Les meir um Stine BosseHER

Kelda: Arbeidsliv i Norden