Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta er synd fyri KÍ

John William Joensen

sigur fyrrverandi landsliðshetjan og nú leikandi venjari hjá Fram, Kári Reynheim í viðmerking

Venjarin hjá FRAM, Kári Reynheim, hevði ikki frætt tíðindini um at KÍ var dømt at tapa dystin móti FRAM tá vit tosaðu við hann seinrapartin.
– Hatta er synd og skomm fyri KÍ, vóru fyrstu orðini frá Kára tá vit søgdu honum tíðindini. 
– Eg var m.a. í Klaksvík og hugdi at finaluni í Klaksvíkskappingini millum KÍ og B36 og eingin ivi er um at KÍ í ár hevur eitt gott lið sum ætlar at koma langt í kappingini.
– Tí er tað fullkomuliga burtur við at felagið skal vera tveitt út úr kappingini upp á handan mátan.
– Men sjálvandi so skilji eg væl FSF, sum jú má standa við lógina og syrgja fyri at einki felag fær sersømdir.
 
Høvdu eisini trupuleikar
– Tað er eitt sindur løgið at hugsað um at tá vit leiktu móti KÍ høvdu vit tveir leikarar á beinkinum tí leikaraloyvini hjá teimum heldur ikki vóru í lagið.
– Eg havi sjálvur upplivað sum leikari at tapa meistaraheitið upp á líknandi umstøður. Tað var tá vit í eftir dyst móti MB vóru dømdir at tapa tí ein leikari hevði skeivt eftirnavn á dómaraseðlanum.
– Sum eg skilji so er talan um eina misskiljing hjá KÍ og eg haldið tað vera stórt spell at tað far so álvarsligar avleiðingar fyri KÍ.
 
Spurdur um útlitini hjá FRAM víðari í kappingin um Løgmanssteypið, sigur Kári at tey neyvan eru serliga góð.
– Men eg vanti at síggja nógv fólk til venjing í kvøld.