Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hetta er ynskislistin hjá KÍ til dagsins lutakast

Jákup Ósá

Eins og í gjár, so er sera stórur munur á styrkini, hvørjum KÍ kann møta í 2. umfari í Conference League.

Niðanfyri hava vit gjørt ein ynskislista, sum tó er gjørdur í skundi, har fyrivarni skal takast fyri, um støðan í onkrum av feløgunum er broytt markant ímun til tað vanliga.

 

Hjá KÍ sær ynskislistin soleiðis út:

1. Taparin av SP Tre Penne (SMR) – Breidablik (ISL)

KÍ hevur eitt stórt ynskisliå, sum á pappírinum ntykist nógv veikast og tað er liðið frá San Marino, um teir sum væntað tapa móti íslendsku meistarunum. Føroysk lið plaga at standa seg væl móti liðum frá San Marino.

 

2. Taparin av BK Häcken (SWE) – The New Saints FC (WAL)

The New Saints var stóra ynski hjá KÍ í gjár og í dag er tað eisini ovarlaga á listanum. KÍ hevur ongantíð roynt seg móti liði frá Wales, men styrkis frá hesi deildini hevur ikki verið ræðandi av teimum, sum vit hava sæð í Føroyum síðstu árini. Tó er New Saints vanliga í einum flokki fyri seg í Wales.

 

3. Taparin av Shamrock Rovers FC (IRL) – Winners of the Preliminary Round

Her er kanska ikki so vist, hvør taparin verður, men útfrá styrkismetingini verður tað antin Breiðablik úr Íslandi ella Buducnost úr Montenegro. KÍ vann í fjør móti liði frá Montenegro, men hevur ikki nakrar royndir móti liðum úr Íslandi.

 

4. Taparin av ŠK Slovan Bratislava (SVK) – FC Swift Hesper (LUX)

Nú koma vit til lið, sum KÍ helst skal umganga. Vit hava ikki nógvar royndir millum føroysk og lið úr Luksemborg síðstu árini. Men talan er helst um lið, sum er nakað betri enn føroysk lið á pappírinum.

5. Taparin av NK Olimpija Ljubljana (SVN) – Valmiera FC (LVA)
Hetta liðið skal KÍ helst umganga. KÍ tapti móti RFS fyri tveimum árum síðani og Valmiera er helst á áleið sama stigi. Felagið hevur á pappírinum munandi betri lið enn KÍ, um hugt verður eftir m.a., hvat teir selja leikarar fyri.

 

Samanlagt kann sigast, at sera stórur munur er á, um KÍ møtir liðnum frá San Marino, har KÍ eigur at koma víðari, og so til at møta meistarunum úr Lettlandi, har KÍ í øllum førum ikki er favorittur. Lutakastið verður kl. 12.00.