Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta eru lyklaleikararnir sunnudagin

Jákup Ósá

Á bæði KÍ og HB liðnum eru nógvirgóðir leikarar og ein og hvør kann koma at spæla ein stóranleiklut sunnudagin. Men niðanfyri hava vit pilka fýra leikarar útfrá hvørjum liðið, sum kunnu gerast lyklaleikarar sunnudagin.

Meinhardt Joensen

Málverjin hjá KÍ skal mest sannlíktraka dagin, um KÍ skal vinna móti HB. Meinhardt hevur royndirnar ogeina higartil at síggja til stinna verju frammanfyri sær. Ereinasti málverji í Effodeildini fyrstu tvey umførini, sum hevurhildið málið reint ein dyst og er samstundis tann málverjin, ið hevurlatið fæst mál inn fyrstu tvey umførini. Men havast skal í huga,at KÍ hevur møtt tveimum uppflytarum.

Jonas F. Rasmussen

Lykilin til ein sterkan KÍ verjupart íár er eins og í fjør sterki danski miðverjin Jonas F. Rasmussen.Hann hevði eitt gott kappingarár í fjør og tykist væl fyri íár. Tað er liðskiparin, sum stýrir verjuspælinum og gongur áodda við vilja og hugburði, sum ofta smittar á hinar. Samstundiser ikki óhugsandi, at hann verður meira eyðsýndur í deyðbóltunumí ár.

Hjalgrím Elttør

Higartil í ár hevur Hjalgrím fyritað mesta spælt á kantinum. Har hevur hann verið væl upplagdurog verið millum teir bestu á KÍ liðnum bæði umførinihigartil. Tá KÍ og HB møtast hevur Hjalgrím ofta lyndi til athækka sítt støðið og tað hava klaksvíkingar brúk fyri, athann ger sunnudagin.

Kenan Hajdarevic

Vanliga stóð navnið Páll A.Klettskarð her, tá týdningurin av KÍ álopsleikaranum skuldilýsast. Men KÍ hevur fingið nýggjan álopsleikara, sum helt Pálluttanfyri liðuppstillingina seinast. Avrikið hjá Kenan var somikið sannførandi, at tað er neyvan nakar ivi um, at spælir KÍvið einum álopsleikara sunnudagin, so verður Kenan valdur framumPáll. Málið móti FC Suðuroy vísti, at Kenan ikki skal hava einaserliga nógv pláss áðrenn áðrenn tað gerst vandamikið. Kanngera lívið súrt hjá HB verjuni, sum ofta ”siglir” í dystum íKlaksvík.

Teitur M. Gestsson

Tá ársins málverji seinastu árinihevur spælt í Klaksvík, so hevur hann upplivað eitt sindur avhvørjum. Hann hevur skorað sjálvur og hann hevur gjørt sjálvmál.Í fjør bjargaði hann HB í fyrra dystinum í Klaksvík, tá hannforðaði Páll A. Klettskarð í at skora til 2-0, meðan hann íseinna dystinum átti skyld, sum kanska einastu ferð altkappingarárið, í sigursmálinum hjá KÍ. Í fleiri øðrum dystumhevur hann havt avgerandi bjargingar. Aftanfyri eina verju, sum oftatykist ótrygg í Klaksvík, so kemur Teitur møguliga at fáa einavgerandi leiklut.

Christian R. Mouritsen

Tað er ein stórur styrkur fyri HB, atChristian R. Mouritsen nú aftur er tøkur. Higartil hevur hann spæltá sentrala miðvøllinum. Góða spæliskilið og neyvudeyðbóltarnir hava týdning fyri HB. Christian hevur eisini fleiriferðir verið millum málskjúttarnar, tá KÍ og HB hava spæltseinnu árini.

Fróði Benjaminsen

Leikarin yvir øllum í KÍ-HBuppgerðum er Fróði Benjaminsen. Hansara týdningar á HB liðnumkann ikki nevnast nóg ofta. Tað var neyvan av tilvild, at HB liðiðspældi ein nógv betri dyst í Fuglafirði móti ÍF í 2. umfari,tá Fróði var við enn í 1. umfarinum í Gundadali móti AB, táFróði ikki var við. Hevur ofta verið maðurin, sum hevur avgjørtdystirnar millum KÍ og HB.

Arnbjørn T. Hansen

Nýggi álopsleikarin hevur enn onganskrásettan dyst spælt móti KÍ sum HB leikari. Men søgan hjáArnbirni sigur, at hann mangan hevur gjørt KÍ lívið súrt. Tykisteisini passa væl inná HB liðið, har hann í tveimum umførumhevur skora eitt mál og lagt upp til tvey. Við bæði Arnbirni ogFróða á liðnum hevur HB tveir leikarar, sum søguliga sæð skoranógv mál móti KÍ og skorar HB fleiri mál hendan dystin, soslepst neyvan uttanum, at onkur av málskjúttunum eita FróðiBenjaminsen og/ella Arnbjørn T. Hansen.

Dysturin millum KÍ og HB byrjarsunnudagin kl. 15.00