Fiskimálaráðharrin vísti í formansrøðuni á broytingarnar, sum hann og samgongan ætlar fremja
Fiskimálaráðharrin vísti í formansrøðuni á broytingarnar, sum hann og samgongan ætlar fremja
Uppskotið – og innihaldið í nýskipanini – snýr seg um tríggjar høvuðslutir:
1) Stovnsrøkt og burðardygg veiða
2) Treytir fyri virðisøking, virksemi og førleikum í Føroyum
3) Atgongd at fiska og bjóða seg framat
1. Stovnsrøkt og burðardygg veiða:
– Uppskotið er at fylgja fylgja lívfrøðiligum tilmælum og langtíðarætlanum fyri ymsu stovnarnar.
– Uppskotið er at fara til kvotuskipan fyri fiskiskap í føroyskum sjógvi. Tó fiskidagaskipan fyri útróður.
2. Treytir fyri virðisøking og virksemi í Føroyum
Uppskotið er:
– Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska skulu vera búsitandi og skattskyldug í Føroyum. 4 ára skiftistíð. Herdar treytir til skatting og vinningsbýti.
– Fiskur skal landast í Føroyum – minst 75%
– Alt skal til lands (høvd, ryggir, uggar, livur, rogn og innvølir). 4 ára skiftistíð.
– Veiða skal bjóðast út til føroysk virki – í minsta lagi 60 %.
– Øll manning skal fylgja sáttmálum hjá føroysku manningarfeløgunum, gjalda skatt og hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.
– Útflutnings-/innflutningskredittur verður skipaður(frystur fiskur o.a.)
– Munandi peningur verður sett av til at menna virðisøking og nýskapan kring landið.
– Betri eftirlit, revsireglur og góðskukrøv. Forhondsgóðkenning, tá ið bjóðast skal.
– Tilfeingisgjald skal gjaldast fyri at fiska, har ein tilfeingisrenta er. Antin við útboði ella við ásettum gjaldi av bruttovinningi.
3. Atgongd at fiska og at bjóða seg framat
Uppskotið er:
– Feløg/fólk hava atgongd – ikki knýtt at stáli og veiðiloyvi. Tó øll skip í føroyskari skipaskráseting.
– Verandi í vinnu í dag hava fiskirættindi í mun til søguligt tal
– Nýggj rættindi verða boðin út – ein minni partur kann bjóðast út við treytum um tilknýti/virksemi í økjum í landinum.
– Antitrustreglur – ikki aftureftirvirkandi, men frameftir 12% fyri tað samlaða og millum 15 og 35% fyri einstaka fiskaslagið.
Fiskivinnunýskipanaruppskotið er sent til hoyringar og freistin at koma við svarskrivum er mánadagin 27. mars.




