Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta fekk Markovic fýra dystir fyri

Jákup Ósá

Leikbannið hevur skapt nógv kjak í Onglandi.

Leikbann frá UEFA: UEFA hevur nú avgjørt, hvussu langt leikbann Liverpool leikarin Lazar Markovic skal hava fyri reyða kortið, sum hann fekk móti FC Basel áðrenn jól.

Hendingin kann síggjast niðanfyri og hevur skapt nógv kjak í Onglandi. UEFA hevur avgjørt, at Markovic skal hava leikbann í fýra dystir. Tríggjar fyri brotið og ein eyka dyst, tí hann fekk reytt kort seinasta kappingarár í hálvfinaluni í Europa League, tá hann spældi við Benfica móti Juventus.
Hetta merkir at Markovic ikki kann spæla teir komandi fýra dystirnar hjá Liverpool úti í Europa. Liverpool møtir Besiktas í 1/16 finaluni í Europa League.