Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta góðtaki eg ikki

Helgi Abrahamsen

”Um eingin tilbúgving er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so er sjúkrahúsfunktiónin burtur á sjúkrahúsinum.” Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

”Um eingin tilbúgving er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so er sjúkrahúsfunktiónin burtur á sjúkrahúsinum.” Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, limur í politiska fylgibólkinum, ið hevur fylgt arbeiðinum við at gera eina menningarætlan fyri tey trý sjúkrahúsini. Úrslitið av arbeiðinum varð handa landsstýriskvinnuni í heilsumálum í gjár.

”Tað sær út fyri mær sum at Klaksvíkar Sjúkrahús verður niðurlagað, og tað er nakað, sum eg ongantíð fari at góðtaka, og eg fari at berjast alt eg eri ment, fyri at tað ikki skal henda,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

”Hetta verður gjørt uppá ein snildan máta. Millum annað skal verandi tilbúgvingin burtur í 2019 og eisini verður skotið upp, at ein leiðsla skal vera fyri øll trý sjúkrahúsini. – Tað kemur ikki uppá tal,” sigur Elsebeth.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur undrast á, at álitið mælir til eina leiðslu, tí tað var ikki partur av arbeiðssetninginum hjá nevndini.

”Hetta er nakað, sum tey hava klárað at kroyst inní hetta her,” sigur hon.

Tá vit í gjár tosaðu við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevði hon framvegis ikki havt stundir at lisið alt álitið ígjøgnum, og tí var hon varin við at úttala seg, men hon ætlar at seta seg væl inní tað, og fer at gera fleiri viðmerkingar seinni.

”Álitið umrøður nógv endurvenjing, og sjálvandi skal endurvenjingin framhaldandi vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Men tá tað er sagt, so kann tað ikki vera tað sama sum, at sjúkrahúsfunktiónin verður niðurløgd, og Klaksvíkar Sjúkrahús endar sum ein fimleikahøll,” sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.