Nú fyrrverandi venjarin hevur bæði góð og minni góð ting at siga um KÍ 2016.
Heðin er eitt sindur skeptiskur um venjingarstøðuna í KÍ, sum ikki hevur fingið vant í sama mun sum t.d. HB.
Gestur í fótbóltssendingini á Rás 2 seinnapartin var Heðin Askham, ið er fyrrverandi venjari hjá m.a. U21 landsliðnum, HB, B36, NSÍ og EB/Streymi. Hann viðgjørdi liðini í Effodeildini og hevði bæði gott og minni gott at bera KÍ, sum hann sá síðsta leygardag í Gundadali móti HB í venjingardysti.
Tað negativa
– Nú sá eg venjingardystin millum HB og KÍ, har HB var nógv tað betra liðið. Men har skal eisini sigast, at HB liðið hevur verið í gongd síðani 1. november, meðan KÍ liðið (nærum, blaðm.) ikki hevur verið á vøllinum áðrenn dystin og tað hevur stóran týdning. KÍ manglaði fleiri profilar sum Súna Olsen, Atla Danielsen og nýggja serban á miðvøllinum. Men eg undraðist yvir tað ringu venjingarstøðuna, sum KÍ var í og serliga onkur av profilunum var ikki væl fyri og kostaði eisini kanska tvey mál fyri teir. Í fyrra hálvleiki hevði HB bóltin fyri tað allarmesta. KÍ leikararnir vóru nakrar fáar ferðir frammanfyri miðjuna, og HB arnir tóku bara bóltin frá teimum aftur og tað vóru øgiliga nógvar feil avleveringar í KÍ liðnum, segði Heðin Askham á Rás 2.
Tað posetiva
– Tað er einki at ivast í, at KÍ kemur ógvuliga sterkt aftur. Teir hava profilar. Nú hava teir fingið Súna Olsen inn og KÍ verður heilt har uppi eisini. Kristian er komin í málið og tað er ein rímuliga góður malverji. Síðani er tað Niels Pauli Danielsen, sum hevur serlig evnir í at arbeiða hart og hann er ein maður, sum eg eri sikkur í fer at flyta teir, tí hann er arbeiðssamur, jaligur og seriøsur. Um nú serbin kann levera vøruna, Atli kemur fyri seg og Hjalgrím leverar og kanska kemur at toppa, so verður hann viktigur fyri teir og so trúgvi eg, at teir kunnu koma langt, segði Heðin Askham á Rás 2.
Øll samrøðan kann hoyrast HER




