Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta søgdu floksformenninir um uppboðssølu

Helgi Abrahamsen

Hvussu stórur partur av fiskatilfeinginum verður seldur á uppboðssølu um 10 ár? Tann spurningin settu orðstýrararnir, Jón Brian Vidtfeldt og Óluva Zacariasen, tá fiskivinnufundurin byrjaði á Skúlatrøð í kvøld.

Hvussu stórur partur av fiskatilfeinginum verður seldur á uppboðssølu um 10 ár? Tann spurningin settu orðstýrararnir, Jón Brian Vidtfeldt og Óluva Zacariasen, tá fiskivinnufundurin byrjaði á Skúlatrøð í kvøld.

Jørgen Niclasen svaraði stutt og greitt: ”Ikki ein stertur skal á uppboðssølu.”

Bárður Nielsen segði, at øll nýggj og óbrúkt loyvi skulu á uppboðssølu, so talan verður um 5 til 10 prosent.

Aksel Johannesen segði, at hóast talan er um eina marknaðargrundaða skipan, so er ikki vist, at alt alla tíðina verður selt á uppboðssølu. Hann kom tí ikki við nøkrum ítøkiligum boði.

Jógvan Skorheim segði stutt og greitt, at Nýtt Sjálvstýri tekur ikki undir við uppboðssølu. Tað týdningarmesta er, at vit kunnu fáa haldføri í búskapin, og har er uppboðssøla ikki tað rætta, segði hann.

Høgni Hoydal var rættiliga óítøkiligur. Hann segði at talan er ikki um eina svart/hvíta mynd. Tað er ikki bara ein spurningur um prosent, men hvussu skipanin skal virka. Tá orðstýrararnir vildu hava hann at svara spurninginum segði hann: ”Tit hava gjørt uppboðssøluna til tann gordiska knútin, tí eri eg ikki samdur í.”

Poul Michelsen var tann sum mest ítøkiliga talaði fyri uppboðssølu: ”Eg trúgvi uppá marknaðarkreftirnar, og tí ímyndi eg mær, at vit selja 20 prosent um árið, og eftir nøkrum árum eru vit uppi í 100 prosentum. Har verða vit um 10 ár,” segði hann.

Jenis av Rana segði seg fegnast um, at hann helt seg kunna hoyra, at Høgni Hoydal hevur slept kravinum um at 100 prosent skulu á uppboðssølu. ”Miðflokkurin miðar ímóti at einki verður selt á uppboðssølu,” segði hann.


Fundurin verður sendur beinleiðis í bæði útvarpinum og sjónvarpinum hjá KvF.


Harleywoodpaint