Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta søgdu Rikard Norling og Stefan Ishizaki á tíðindafundinum

Jákup Ósá

Stockholm: Betri fyrireiking og betri vøllur eru høvuðssorsøkir til, at AIK hevur nógv betri møguleika at vinna hendan dystin. Tað halda venjari og profilur á liðnum.

– Vit hava nú nógv betri gundarlag fyri at møta KÍ. Nú kenna vit, hvussu teir spæla. Tí taktiskt sæð, so er tað heilt hvør sítt at síggja teir spæla í heimligu kappingini og so í einum slíkum dysti í Europa. So okkara fortreytir eru annarleiðis. Harafturat eru vit á heimavølli og tað er eitt annað undirlag, segði AIK venjarin Rikard Norling á tíðindafundinum í morgun.

Stefan Ishizaki var samdur í, at heimavøllurin og grasið hava stóran týdning hesaferð.

– Tað var ein trupul dystur hjá okkum á einum truplum undirlagi í Føroyum. Vit møttu einum liði, sum var innstillað uppá nógv kontraspæl og vit høvdu ikki uppskriftina at lata verjuna upp. Nú spæla vit á heimavølli og á grasi, og tað kemur at vera ein fyrimunur fyri okkum.

– Fyrru hálvu av kappingini higartil skaptu vit lítið, men seinastu 7-8 dystirnar hava vit skapt nógv, har vit bara hava manglað at skorað mál. Verjuspælið situr jú sum tað skal.

– Teir stríddust væl. Fyri okkum hevur tað ongan týdning um vit møta fulltíðaryrkisleikarum ella um vit møta amatørum. Vit skulu bara vinna. Ein kundi síggja, at summir av teirra leikarum fingu krampa eftir 60-65 minuttum. Tað vísti, hvussu nógv teir løgdu fyri í dystinum. Í Svøríki siga vit, at motivatión vinnur á klassa. Eg haldi, at motivatiónin var á teirra síðu síðsta dyst, men vónandi hava vit bæði klassa og motivatión hendan dystin, segði Stefan Ishizaki.

Í kvøld hevur KÍ tíðindafund, tá Mikkjal K. Thomassen og ein av KÍ leikarunum vera til staðar.