Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Hetta var eitt fínt tiltak

Jóhann Lutzen

Ørvur Heinesen hevði bara góð orð at bera tiltakinum Uppliv Klaksvík

Ørvur Heinesen hevði bara góð orð at bera tiltakinum Uppliv Klaksvík

Klaksvíkar kommuna og Íverksetarahúsið skipaðu fyri áhugaverdum tiltaki í Føroyahúsinum ígjárkvøldi. 
Um útboð og eftirspurningur verður mettur, so er týðuligt at tørvur er á slíkum tiltøkum, har kommunur so at siga rulla reyða leyparan út fyri ungum lesandi, sum standa á gáttini at flyta heim aftur. 
Áhugavert var at ikki einans ungfólk møtti upp, men fólk í øllum aldri. Fleiri klaksvíkingar, sum hava búð í útlegd í mong harrans ár, nýttu møguleikan at fáa eina mynd av hvat rørist í Klaksvík og eisini bókstaviliga, at fáa ein smakk av Klaksvík. Kokkurin í Føroyahúsinum hevði matgjørt dygdarvørur frá Christian í Grótinum og JFK, sum saman við drekkjuvørum frá Føroya Bjór gjørdu løtuna frálíka. 
Vit fingu eitt stutt prát við Ørvur Heinesen, sum hevði leitað sær í Føroyahúsið. 
Sí samrøðuna niðanfyri