– Eg fegnist um, at tað er eydnast okkum at fáa Smyril at sigla næstan 1000 av viðhaldsfólkunum hjá KÍ beinleiðis til steypafinaluna í Havn, tí hetta er bæði gott fyri ítróttarliga samanhaldið og avrikið, og tað er ikki minni gott fyri ferðslutrygdina, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
– Eg fegnist um, at tað er eydnast okkum at fáa Smyrilat sigla næstan 1000 av viðhaldsfólkunum hjá KÍ beinleiðis til steypafinaluna íHavn, tí hetta er bæði gott fyri ítróttarliga samanhaldið og avrikið, og tað erikki minni gott fyri ferðslutrygdina, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
Finalan umLøgmanssteypið verður leikt á Tórsvølli í Havn leygardagin 27. august millumbestu mansliðini hjá KÍ og Víkingi, og tað verður roknað við einum metstórumáskoðaratali til hesa finaluna.
Seinastuvikurnar hevur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við góðari uppbakking frábýráðslimum, samskift við Strandferðsluna um at fáa Smyril at sigla beinleiðismillum Klaksvík og Havnina til og frá finaluni, og nú er greitt, at hetta ereydnast:
SMYRIL ferat sigla beinleiðis úr Klaksvík til Havnar klokkan 14:00 hendan leygardagin,har finaludysturin í hesum sambandi er fluttur fram til klokkan 18:00. Eftirfinaluna siglur SMYRIL norðuraftur úr Havn til Klaksvíkar, og er fráferðin tásett til klokkan 21:00.
Sum veraman, so fegnast borgarstjórin um, at hetta nú er eydnast:
– Hettaverður ein ómetaliga spennandi dagur fyri okkum í Norðoyggjum og fyri stóraviðhaldsfjøldina hjá KÍ, at næstan 1000 av okkum kunnu ferðast so trygt ogómakaleyst til finaluna.
– Vónandifer hetta eisini at geva okkara leikarum nøkur eyka prosent av vilja ogspæligleði, so tað røkkur til enn ein KÍ-sigur, ið vit kunnu fegnast um samanvið leikarum, venjarum og hjálparfólki. Her kann hesin møguleikin at vera samanumborð á SMYRLI eisini styrkja samanhaldið enn meira.
– Men hettatiltakið at fáa SMYRIL at sigla beinleiðis til og frá finaluni er meir enn baraeitt ítróttarligt átak, tí hetta fer at gera, at næstan 1000 fólk fara atsleppa undan at koyra í bilum og bussum teir samanlagt 150 kilometrarnar afturog fram millum býirnar báðar. Hetta fer at gera ferðsluna munandi tryggarihendan dagin, tí eingin ivi er um, at talið av akførum hendan dagin verðurstórt, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum eisini takkar Strandferðslunifyri teirra tænastusinni og samstarvsvilja, sum gjørdi hetta møguligt.




