Fimm mál eru á skránni fyri tingfundin sum byrjar nú klokkan 10. Tríggjar triðju viðgerðir, ein onnur viðgerð og tvær fyrstuviðgerðir skulu avgreiðast í dag.
Fimm mál eru á skránni fyri tingfundin sum byrjar nú klokkan 10. Tríggjar triðju viðgerðir, ein onnur viðgerð og tvær fyrstu viðgerðir skulu avgreiðast í dag.
Her verður greitt frá, hvat málini snúgva seg um:
Triðju viðgerðirnar:
Vinnuligur fiskiskapur
Talan er um árliga uppskotið um at áseta fiskidagar fyri komandi fiskiár.
Umboðini hjá samgonguflokkunum í Vinnunevndini hava mælt løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum tó við nøkrum tillagingum. Bjørn Kalsø og Kári P. Højgaard mæltu til at lækka fiskidagarnar við 5 prosentum fyri allan flotan, og Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen mæltu til at hava sama tal av døgum sum í verandi fiskiári.
Saman mæltu allir andstøðuflokkarnir til at strika § 1, nr. 3 í uppskotinum. Tað er tann reglan sum sigur, at eykadagar kunnu lutast útaftur við støði í brúktum døgum í undanfarna fiskiári.
Samgonguflokkarnir boðaðu frá undir 2. viðgerð, at teir fóru at koma við einum broytingaruppskoti til henda tingfundin, og sum skilst hevur eisini verið arbeitt við at finna eina breiða semju saman við andstøðuni.
Søla av Lív
Talan eru um eitt drúgt mál, sum byrjaði fyri meira enn 10 árum síðani, og sum hevði til endamáls at privatisera P/F Føroya Lívstrygging.
Sølan hevur drigið út og tí helt Fíggjarmálaráðið, at tað var misvísandi, at inntøkan frá sølu av P/F Føroya Lívstrygging stóð á Løgtingsfíggjarlógini ár eftir ár, og tí varð játtanin tikin av
fíggjarlógini. Í staðin varð valt at fáa fíggjarligu heimildina til vega, tá sølan varð veruleiki.
Sølan er nú komin uppá pláss og yvirtøkudagurin er settur at verða 1. september 2016. Við hesum uppskotinum verður fíggjarliga heimildin fingin til vega.
Onnur viðgerð:
Hægri barnafrádráttur
Uppskotið snýr seg um at broyta lógina um áseting av skatti soleiðis at barnafrádráttin til smábarnafamiljur við børnum undir skúlaaldri hækkar úr 6.500 kr. árliga upp í 9.200 kr. árliga fyri hvørt barnið.
Ein samd fíggjarnevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Fyrsta viðgerð:
Barnagjald til einsamallar uppihaldarar
Tá foreldur at einum barni ikki liva saman, hevur tað av foreldrunum (vanliga pápin) sum ikki hevur barnið, skyldu at rinda barnagjald til barnið. Men tá eingin pápi er, rindar landskassina hetta gjaldið.
Henda skipan er galdandi fyri øll uttan støk sum ættleiða ella fáa kunstigan gitna.
Hetta uppskotið skal geva støkum sum ættleiða ella fáa kunstigan gitna sama rætt til at fáa barnagjaldið úr landskassanum.
Grøn orkunýtsla á Glasi
Við hesum uppskotinum verður skotið upp at skúladepilin Glasir skal verða hitaður við grønari orku. Hetta fer at gera byggingina dýrari, og verður tí skotið upp at hækka samlaðu byggiútreiðslurnar úr 515 mió. krónum til 528,4 mió. krónur.




