Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta vikuskiftið fara vit at merkja hátrýstveður um okkara leiðir

Hanus Kjølbro

Hátrýstið stendur yvir bretsku oyggjunum og Fraklandi. Hátrýstið heldur lágtrýstum við vindi og regni burturi. Í hesum døgum er tað keðiliga veðrið í norðara parti av Atlantshavinum avmarkað til Ísland og Suðureysturgrønland. Vit eru sloppin nokkso væl í september í ár.

Hátrýstið stendur yvir bretsku oyggjunum og Fraklandi. Hátrýstið heldur lágtrýstum við vindi og regni burturi. Í hesum døgum er tað keðiliga veðrið í norðara parti av Atlantshavinum avmarkað til Ísland og Suðureysturgrønland. Vit eru sloppin nokkso væl í september í ár.

Hátrýstið fer at liggja mestsum í sama stað alt vikuskiftið. Lágtrýst við vindi og regni royna at koma sær nærri Føroyum, og tað bert partvíst at eydnast teimum sunnudagin, tá ið vindurin fer at vaksa eitt sindur, og tað fer at regna.

Men í dag – fríggjadag – fer ættin at detta úr vestri niður í útsynning. Vindferðin liggur um eitt andøvsgul, 7 – 9 m/s. Í kvøld minkar vindur eitt sindur. Fyri tað mesta er turt í dag, og fer tað eisini at vera restina av degnum. Okkurt ælið í støðum – soleiðis sum tað eigur á vestri og ústynningi. Heystið kennist í luftini, hóast hitin liggur um tey 10 stigini.

Í nátt og morginári fer ættin at lora seg niður ímóti útsynningi-suðuri og suðuri, og vindferðin minkar niður í eitt lot ella gul, 3 til 5 m/s. Seinnapartin ella um kvøldið fer vindurin at veksa, samstundis sum ættin fer yvir ímóti landsynningi-suðuri. Vindferðin er komin upp í hvassan vind um áttatíðina. Tað fer at vera turt fyri tað allarmesta, kanska sólin kemur fram onkrasteðni. Hitin leygardagin fer at liggja um tey 10 stigini.

Sunnunáttina fara onkrir dropar at merkjast, og sum tað líðir út á morgunin og fyrrapartin fer at regna. Út á seinnapartin fer at vera turrari. Vindferðin fer at liggja um hvassan vind, 12 til 15 m/s, fyrrapartin, men út á dagin fer vindurin at minka niður í eitt andøvsgul, 5 til 8 m/s. Hitin sunnudagin fer at liggja um 10 stig.

Gott vikuskifti.

Harleyfacadeacryl