Fríggjakvøldið verður pubquiz við superrundu Cristian Joensen skipar fyri, byrjað verður kl 22 aftaná verður diskotek í Barok.
Leygarkvøldið fara Rani Nólsøe og Páll Sólstein at spæla livandi tónleik í Fortuna og fara vit at hoyra gomlu superslagarar frá Elton John, Billy Joel og Freddie Mercury sála, tá teir vóru á toppinum. Harafturat verður ein perlurekkja av øðrum hittum at hoyra. Nøkur Frændurløg eru sjálvandi eisini á skránni. Farið verður aftur í 70’ini og 80’ini, so tað verur tónleikur fyri øll oyru og allar aldursbólkar.
Alvin fer at tryggja, at ljóðgóðskan verður í topp, so ‘eingin fær nokk – av Barok!’
Ì Barok fer DJ Lajf at skipa fyri diskoteki við øllum tí nýggjasta tónleikinum sum har til hoyrir




