Áðrenn eg kom heim, var tað so, at mamma snakkaði við nógv folk. Og ein av teimum var landsstýrismaðurin í Heilsumálum Karsten Hansen. Hann segði, at landið hevði pengar til at geva mær venjing, tá eg kom heim.

Men nú hevur hon snakkað við onkran í Almannaverkinum, og viðkomandi spurdi hvar Karsten Hansen hevði funnið hasar pengarnar, tí hettar var tað ikki ráð til.
Eftir eg kom heim, havi eg fingið játtað 10 tímar venjing, men nú skal eg betala venjingina, men tað havi eg ikki ráð til; hvat hendir her?
Viðkomandi persónur í Almannaverkinum. Um tú kemur til skaða har suðri, kanst tú fara á Suðuroyar Sjúkrahús til uppvenjing, men hvørki í Havn ella Klaksvík kanst tú tað; hví er tað so?
Eg veit um onkran sum gongur á sjúkrahúsi at venja, og eg sleppi ikki!
Hví skulu vit gjøgnum alt aftur? Hví verður játtað, so kann eg bara betala?
Emil Bjarnaskor