Samstundis sum Kongshavnar Útgerðarfelag stríðist við at fáa Føroya Sparikassa (EIK) at umfíggja rækjutrolaran Napoleon, sigur Føroya Løgmaður í Ólavsøkurøðu síni at framtíðarútlitini hjá flotanum eru óguliga døpur.
Ført hevur verið fram at EIK banki ikki skeitti um partabrøvini í Atlantic Petroleum og at eigararnir í Kongshavnar Útgerðarfelag – tí sjálvir keyptu partabrøvini fyri at útvega Kongshavnar Útgerðarfelag tøkan pening.
Føroya Løgmaður váttaði í Rás2 at hann ikki hevur havt møgulikar til at spurt EIK um hví teir ikki vóru áhugaðir í partabrøvunum sum Kongshavnar Útgerarðfelag átti.
Føroya Sparikassi og Kongshavnar Útgerðarfelag
Sambart roknskapinum hjá Kongshavnar útgerðarfelag hevur Føroya Sparikassi (EIK) nógvan pening í umfarið í felagnum um tað mundi at partabrøvini verað seld úr felagnum.
Eitt lán fyri 19 milliónir, eitt pant í fastari ogn fyri 6 milliónir og pant í partavrævi í P/F Dagsbrún fyri 1 millión kr.
Eisini hevur felagið ein rakstarkreditt í Føroya Sparikassa uppá max. kr. 7,5 milliónir krónir sum sambært roknskapinum er yvirtrekt til 7,7 milliónir krónur.
Nevndin í Kongshavnar Útgerðarfelag ivasom um framtíðina
Í ársfrágreiðingini fyri 2003, sum er undirskrivaður av m.a. Tórbjørn Jacobsen og Bjørn á Heygum, tann 26. juli 2004 skriva nevndin:
…….við lækkandi rækjuprísum og hækkandi oljuprísum……tað hevur somikið av almennum kjaki verið um støðuna hjá hesum partinum av flotanum, at ongin orsøk er til at endurtaka, at støðan er hættislig um vend ikki kemur í bráðliga……..
Løgmaður hevur sjálvur mist trúgvina uppá rækjuflotan í 2004
Í løgmannsrøðuni ólavsøkudag 29.juli 2004 verða framtíðarútlitini hjá Rækjuflotanum hildin at vera sera døpur.
" Raksturin hjá rækjuflotanum hevur verið ógvuliga vánaligur seinastu árini, og flotin hevur havt fíggjarligt hall seinastu fýra árini. Hóast ávísir glottar hava verið seinastu tíðina, og rækjuprísurin hevur verið nakað hægri, enn hann hevur verið longi, eru marknaðarútlitini ikki góð. Roknað verður við framhaldandi stórum útboði næstu árini, og nærum onki bendir á nakran varandi marknaðarbata næstu eitt til tvey árini. Útlitini fyri rækjuflotan eru tí ógvuliga døpur. Arbeitt verður tí við at fáa greiði á, hvørjar møguleikar landsstýrið hevur at bøta um støðuna hjá flotanum." …….Jóannes Eidesgaard, Føroya Løgmaður.
Hóast nevndin í Kongshavnar Útgerarðfelag, Føroya Løgmaður og harvið eisini tær alemennu føroyar, halda at útlitini hjá rækjuflotanum á summri 2004 eru sera døpur so velja eigararnir av Kongshavnar Útgerðarfelag at slelja sær sjálvum partabrøv úr felagnum – fyri – sambart teimum sjálvum – at útvega felganum meira av tøkum peningi.
Um saman mundi sum sølan fer fram hevur EIK banki nógvan pengin hangandi í felagnum og tí kann ein spyrja um tað vóru aðrar orðsøkir til noktandi svarið frá bankanum enn tey sum Føroya Løgmaður, Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum og advokaturin hjá felagnum hava lagt fyri dagin.
Var bankin komin til somu niðurstøðu sum Føroya Løgmaður – at rækjuflotin ikki longur var eitt gott aktiv?
Livst so spyrst




