Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur avgjørt at seta skott ímillum trolarar og línuskip

John William Joensen

Jacob Vestergaard, landstýrismaður í Fiskivinnumálum sigur at hann hevur avgjørt at skott skulu setast ímillum tað sum trolarar og línuskip kunnu fiska á Flemich Kap. Hetta fer landstýrismaðurin at lýsa við kunngerð. Útgangsstøði fyri býtinum verður fiskiskapurin í fjør.

Jacob Vestergaard, landstýrismaður í Fiskivinnumálum sigur at hann hevur avgjørt at skott skulu setast ímillum tað sum trolarar og línuskip kunnu fiska á Flemich Kap. Hetta fer landstýrismaðurin at lýsa við kunngerð. Útgangsstøði fyri býtinum verður fiskiskapurin í fjør.

– Tað hevur verið eitt ávíst kjak um hvørt tað var neyðugt at seta skott ímillum línuskip og trolarar á Flemish Kap og í fjørð mettu vit tað ikki verða neyðugt.

– Men eftir at vit góðu loyvi til Thor at brúka Flakatrolaran Ran sum móðurskip hjá Fønix er ein ávísur ótti fyri at Fønix skal einsamallur fiska stóran part av kvotuni og tí havi eg tikið avgerð um at broyta lýstu kunngerðina soleiðis at trolarar sleppa at fiska ein triðing av samlaðu kvotuni og línuskipini sleppa at fiska tveir triðingar. Broytingin hevur verið fyri á landsstýrisfundi og er í løtuni hjá fiskivinnuráðnum eins og vanligt er tá vit lýsa ella broyta kunngerð. Eisini er kunngerðin send øðrum pørtum sum hava ynskt at verið hoyrdir.

– Annars haldi eg at avgerðin hjá Thor at senda ein frystitrolara at virka sum móðurskip á Flemich Kap er ein skilagóð avgerð og sum kemur at tryggja at góðskan á fiskinum verður munandi betur og harvið eisini prísurin og úrtøkan.

RED: Tað ljóðar at tað er ein avís misnøgd millum føroysku manningarfeløgini at landsstýrið loyvir skipum sum hava útlendska arbeiðsmegi umborð at arbeiða og fiska tilfeingið sum eru føroysk rættindi?

– Í samband við lógina um vinnuligan fiskiskap hava vit ongantíð gjørt mun á føroyingum og útlendingum. Tað eru nógvir útlendingar sum arbeiða í føroysku fiskivinnuni á landi og á sjógvi og tað er eitt arbeiðsmarknaðarmál um hvussu hesi viðurskifti eiga at verða reguleraði og tað farið eg sum landsstýrismaður ikki at blanda meg uppí, sigur Jacob Vestergaard.

Broytingarnar í kunngerðini verða lýstar um heilt fáar dagar.

LES EISINI: VESTERGAARD útskrivað loyvi til Ran at virka sum móðurskip