– møtirøð í Berøa í Saltangará 30. januar – 01. februar
– møtirøð í Berøa í Saltangará
30. januar – 01. februar
Komandi vikuskiftið verður fundarøð i Berøa í Saltangará.
Fyrireikararnir siga, at teir ynskja at síggja fólk í øllum aldursbólkum til møtini, tí tað verður nakað fyri øll, bæði ígjøgnum sang og talu.
Ikki færri enn 13 talarar, sum koma alla staðni frá í landinum, koma at luttaka við tí, sum Harrin hevur lagt teimum á hjarta – kom tí og uppliva møtini persónliga og bjóða onkrum við!
Eitt gjøgnumgangandi tema verður á møtunum: HEVUR EVANGELIIÐ MIST KRAFT SÍNA?
Fríggjadagin 30. Januar:
Kl.19.00: Evangeliskt møti. Dia á Roykheyggi og Pætur Hansen tala.
Kl.22.00: Ungdómsmøti. Marius J. Sørensen talar.
Leygardagin 31. Januar:
Kl.16.00: Uppbyggingar møti. Johann Petersen og Oddfríður Petersen tala.
Kl.19.00: Evangeliskt møti. Poul Jóhan Djurhuus, Svenning Av Lofti og Levi Joensen tala.
Sunnudagin 1. Februar:
Kl.11.30: Morgunmøti. Jens Bech talar.
Kl.16.00: Uppbyggingar møti. John í Skemmuni og Arne Simonsen.
Kl.19.00: Evangeliskt møti. John Færø og Heini á Marknagili.




