Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hevur Kringvarpið eina politiska dagsskrá?

John William Joensen

Í dag fer tingið at viðgera enn eitt uppskot, sum hevur til endamáls at fáa alt fiskatilfeingið á eina uppboðssølu. Og aftur hesuferð hevur Kringvarpið gjørt sítt til at ávirka politisku skipanina “rætta vegin”.

 Í dag fer tingið at viðgera enn eitt uppskot, sum hevur tilendamáls at fáa alt fiskatilfeingið á eina uppboðssølu. Og aftur hesuferð hevurKringvarpið gjørt sítt til at ávirka politisku skipanina “rætta vegin”.

Í sending í kvf seinrapartin týsdagin, varð filmurin sum reiðarafelagið hevur framleitt,um støðuna í fiskivinnuni, skotin í senk, við beinleiðis ósannindum. Sagt varðm.a. at tað varð skeivt, tá sagt var í filminum, at einki nýtt skip er bygt síðan2007. Í sendingini vóru øll so sera samd um at filmurin varð rein propaganda. Sóknast varð eftir at hoyra hina síðuna og heitt var á Tjóðveldi um at gera líknandi film, hóast Kringvarpið hevur gjørt fortalararnar fyri uppboðsøluni til dagligar gestir í sjónvarpi og útvarpi.  Blaðstjórin á Dimmu slapp óátalaður at bera fram ósannindi. Hann segði at tað var beinleiðis ósátt at einki skip var komið síðan 2007, tí sambærthonum kom Norðborg í 2009.  Hetta erbeinleiðis at villeiða hyggjararnar, tí Norðborg varð kontrakta í 2007, og tívar tað rætt sum varð sagt í filminum.

 

Ein tíma seinru sluppu landsstýrismaðurin í fiskivinnumálumog samsintur búskaparfrøðingur í “ro og mag” at breiða út síni sjónarmið uttannakað mótspæl.

 

Í somu sending megnaði Kringvarpið enntá at spyrja lækna áLandssjúkrahúsinum, um hvat hesin helt um at ein skannari skuldi keypast tilSuðuroyar Sjúkrahús?

 

”Tað sum man ikki sær, hugsar man ikki um!”

 

Vit standa spyrjandi um hví vinnulívsfólk ellaFiskimannafelagið og Reiðarafelagið ikki sleppa til orðanna nú lívsgrundarlagiðundir hesum sera týðandi samfelagsbólkum skal endavendast.

 

Tað sama er galdandi fyri onnur politisk evni sum hava týdning fyri miðsavning av Heilsuverki og øllum almennum tænastum.