Stóri spurningurin er um Landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevur hildið sínar skyldur, í málinum um fluttu veiðuloyvini. Hann hevur yvir fyri baði almenninginum og Løgtinginum sagt seg einki vita um fluttu veiðiloyvini, men eingin ivi er um at hann í øllum føri átti at vita hetta, tí hann og Fiskimálaráðið vóru fult kunnaði
Stóri spurningurin er um Landstýrismaðurin í Fiskivinnumálum hevur hildið sínar skyldur, í málinum um fluttu veiðuloyvini. Hann hevur yvir fyri baði almenninginum og Løgtinginum sagt seg lítið og einki vita um fluttu veiðiloyvini, men eingin ivi er um at hann í øllum føri átti at vita hetta, tí hann og Fiskimálaráðið vóru fult kunnaði.
Fyrst segði landstýrismaðurin at hann einki visti. Tað er prógva at landsstýrismaðurin var kunnaður. Siðani helt hann fast um at tað var einans VØRN, sum umsæt flyting av veiðiloyvum. Hetta er eisini afturvíst, tí landstýrismaðurin gav sjálvur boð um at verða kunnað um hvørt einstakt fiskiloyvi, sum skifti hendur. Haraturat var Fiskimálaráðið eisini inni í sjálvari viðgerini. Landsstýrismaðurin hevur eisini sagt alment at hann hevur givið boð um at rætta feilirnar og annulera fiskiloyvini. Men enn eru skipini til Fiskiskap, og sambært KVF í dag hevur reiðarríði fingið boð um at skipini sleppa at fiskað fram til 26. juni.
Mánadagin 29. mai 2017: LØGTINGIÐ:
Løgtingslimir spurdu landsstýrismannin í Fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um tað varð rætt at uppisjóvarskipið, Slættaberg, hevði fingið veiðuloyvi frá línuskipinum, Helenu.
Hoyr orðskiftið í Løgtinginum her:
http://www.logting.fo/files/sound/2016/142/1/2017-142-1.html
Týsdagin 30. mai 2017, LØGTINGIÐ:
Løgtingslimir spurdu landsstýrismannin í Fiskivinnumálum, Høgna Hoydal, um tað varð rætt at uppisjóvarskipið, Slættaberg, hevði fingið veiðuloyvi frá línuskipinum, Helenu.
Landsstýrismaðurin Høgni Hoydal segði, at hann kendi einki til hetta, men skuldi kannað um hetta var so. Hann undirstrikaði samstundis at tað var VØRN sum avgreiddi veiðuloyi og ikki landsstýrismaðurin, og at hann hevði biði um eina frágreiðing frá VØRN.
Hoyr orðskiftið í Løgtinginum her:
http://www.logting.fo/files/sound/2016/100/3/2017-100-3.html
Fríggjadagin 2. juni 2017, KVF:
Stjórin í Vørn fáttar fyri Kringvarpinum at uppisjóvarskipið Slættaberg fiskar við loyvinum hjá tveimum línuskipum. Sambært KVF er andstøðan í øðini, tí hetta er beint ímóti niðurstøðu hjá Løgtingssins Umboðsmanni. Les meira her
http://kvf.fo/greinar/2017/06/02/fiska-svartkjaft-vid-veidiloyvum-hja-linuskipum
Fríggjadagin 2. juni 2017, KVF:
Fiskimálaráðið gevur VØRN boð um at steðga flyting av fiskiloyvum. Landsstýrismaðurin vil ikki gera almennar við merkingar. Les meira her
http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/06/02/skulu-ikki-flyta-fleiri-lnuloyvi-uppsjvarskip
Fríggjadagin 2. juni 2017, LØGTINGIÐ:
Bjørn Kalsø, løgtingslimur, sendir landsstýrismanninum ein sokallaðan § 52 spurning.
Slíkir spurningar skulu svarast innan 10 yrkadagar. Løgtingslimurin spyr m.a. hvørjar avleiðingar málið fær um landsstýrismaðurin kann váttað at veiðuloyvini eru flutt millum línuskip og uppisjóvarskip. Les meira her
http://logting.fo/casewrittenquestion/listDoc.gebs?caseWrittenQuestion.id=697&menuChanged=55
Týsdagin 6. juni 2017, KVF:
Høgi Hoydal viðgongur heimildarloysi. Landsstýrismaðurin sigur at hetta er staðfest og skal rættast. Nú skal kannast hvat er farið skeivt fram. Landsstýrismaðurin, segði at hann beinanvegin tók stig til at flytingarnar vóru steðgaðar og at kanning var sett í verk. Men hann undirstrikar at hann visti einki um at loyvi vóru flutt í juni 2016. Tá landsstýrismaðurin verður spurgdur um hann ferð at taka avleiðingarnar av um nakað skeivt er farið fram á hansara vakt, svarar Høgni Hoydal at tað hugsar hann als ikki um. Les meira her
http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/06/06/20170606hognividgongurheimildarloysi
Mikudagin 7. Juni 2017, NORÐLYSIÐ:
Stjórin í VØRN, Elmar Højgaard, sigur í frágreiðing um málið, sum er send landsstýrismanninum, at trupuleikin liggur í Fiskimálaráðnum. VØRN hevur allatíðina ivast í lógarheimildini at flyta loyvini, og hevur fleiriferð givið noktandi svar. Men Fiskimálaráðið hevur yvirrula hesa avgerð og givið loyvi til at flyta veiðuloyvini. Les meira her
http://nordlysid.fo/vorn+trupulleikin+er+i+fiskimalaradnum.html
Mikudagin 7. Juni 2017, KVF:
Landsstýrismaðurin váttar yvir fyri KVF at VØRN hevur fingið boð um at flytingin av veiðuloyvum er ólóglig og má annolerast. Men ivasamt er um umrøddu veiðuloyvini verða afturtikin.
Mikudagin 7. juni 2017, Norðlýsið:
Norðlýsið legði fram skjalprógv um at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, eisini var fult kunnaður um flyting av veiðuloyvum í juni 2016. Telduposturin, sum boðar frá flytingini, varð sendur beinleiðis til aðalskrivaran og landsstýrismannin í fiskivinnumálum tann 30. juni 2016.
Les meira her
http://nordlysid.fo/telduposturin+fra+vorn+til+hogna+hoydal+a+sumri+2016.html
Mikudagin 7. Juni 2017, KVF.
Landsstýrismaðurin sigur at hann hevur ikki gjørt sær far um at ein teldupostur var sendur til hansara – og hendan kunningin er farin aftur við málinum. Men sambært honum hevur hetta einki við sakina at gera tí tað sum hevur týdning í málinum er at avgerðin hjá Løgtingsins umboðsmanni verður fylgd. Les meira her
http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/06/07/mli-kanska-fari-aftur-vi-borinum
Mikudagin 7. juni 2017, NORÐLÝSIÐ.
Jógvan Páll Lassen, advokatur sigur, at eingin ivi er um at telduposturin bindur landstýrismannin. Les meira her
http://nordlysid.fo/telduposturin+bindur+landsstyrismannin.html
Hósdagin 8. Juni 2017, KVF.
Aksel V. Jóhannesen, løgmaður, sigur við Kringvarp Føroya at hann blandar seg ikki upp í málið, hóast skipini framvegis fiskað, men fylgir málinum frá síðulinjuni.
http://kvf.fo/netvarp/uv/2017/06/08/tekur-ikki-stu-til-handfaring
Hósdagin 8. juni 2017, KVF.
Landstýrismaðurin ger greitt at hann ikki enn kann plasera ábyrgd, tí hann nú hevur biðið Fiskimálaráðið um eina frágreiðing um málið. Les meira her
http://kvf.fo/netvarp/sv/2017/06/08/20170608onginabyrgdplaseradidag
Hósdagur 8. juni 2017, IN.FO.
Aksel V. Jóhannesen, løgmaður, ger greitt á in.fo at málið um óheimilaði fluttu veiðiloyvini fáa ongar politiskar avleiðingar. Hann leggur alla ábyrgd á VØRN:
– …Hetta fer ikki at hava nakra politiskar avleiðingar. Hinvegin hevur samstarvið í samgonguni ongantíð verið so gott sum nú.
– Samgongan heldur fram. Tað er óheppið, at Vørn hevur tikið nakrar avgerðir, sum kanska vórðu ólógligar, men vit mugu nú fáa staðfest hví tað er farið fram og royna at rætta tað….
Les her
http://www.in.fo/news-detail/loegmadur-malid-faer-ongar-politiskar-fylgjur/
Hósdagur 8. juni 2017, IN.FO.
Samd andstøða: Høgni legg frá tær!
http://www.in.fo/news-detail/samd-andstoeda-legg-fra-taer-hoegni/
Hósdagur 8. Juni 2017, NORÐLÝSIÐ.
Bjørn á Heygum, advokatur, heldur ikki at Høgni Hoydal skal leggja frá sær, tí hann visti ikki betur. Les meira her.
http://nordlysid.fo/hogni+hoydal+hevur+eftir+ollum+at+doma+ikki+vita+betur.html
Hósdagur 8. juni 2017. Norðlýsið.
Norðlýsið almannakunngerð skjal, sum vísir at Høgni Hoydal, longu 13. November 2015 gav VØRN boð um at allar flytingar av veiðuloyvum skuldu fráboðast beinleiðis til landsstýrismannin. Les meira her
Fríggjadagur 9. juni 2017, NORÐLÝSIÐ.
Christian F. Andreassen, hægstarættaradvokatur sigur, at Høgni Hoydal gjørdi seg sjálvan til part av málsviðgerðini av veiðuloyvum, tá hann gav boð um at allar flytingar av veiðuloyvum skuldu fráboðast landstýrismanninum persónliga. Telduposturin vísir at baði landsstýrismaðurin og aðalstjórin vóru fult kunnaðir. Les meira her.
http://nordlysid.fo/hogni+hoydal+gjordi+seg+sjalvan+til+part+av+malsvidgerdini+av+veiduloyvum.html
Fríggjadagur 9. Juni 2017, Norðlýsið
Beinleiðis samskifti millum P/F Næraberg og Fiskimálaráðið vísir at Fiskimálaráðið eisini var partur at viðgerini um fluttu veiðuloyv og at reiðarríði skrivliga hevði boða Fiskimálaráðnum frá at ætlanin var at flyta veiðuloyvi frá línuskipið til uppisjóvarskip. Reiðarríði spyr Fiskimálaráðið um ráðgeving hesum viðvíkjandi. Les her.
Sunnudagin 11. juni 2017, KVF
VØRN hevur fingið boð um at taka veiðuloyvini aftur. Men tey verða ikki annuleraði, sum Landsstýrismaðurin annars hevur sagt. Hanus Hansen fekk fríggjadagin boð frá Vørn um, at veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi skulu kallast aftur tann 26. juni. Les meira her.
http://kvf.fo/greinar/2017/06/11/vorn-aetlar-taka-veidiloyvini-aftur
Groft ósketni kann revsast
Høgni Hoydal hevur sagt alment at hann ikki hevur sæð ella lisið teldupostarnar frá VØRN og spurningurin er um hetta ikki beinleiðis kann kom undir groft ósketni.
Í løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna, stendur m.a.:
§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.
———————-
Lóg um ábyrgd landstýrismanna:
§ 2. Løgmaður og landsstýrismenn hava ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra.
§ 3. Reglurnar í almenna partinum í borgarligu revsilógini eru galdandi.
§ 4. Tá reglurnar í borgarligu revsilógini um medvirkni til eitt lógarbrot verða nýttar, skal løgmaður ella landsstýrismaður verða mettur at hava medvirkað til gerðina hjá einum undirmanni, tá
1) hann hevur verið vitandi um, at gerðin fór at verða framd, og hann hevur latið vera við at royna at forða hesum,
2) gerðin hevur verið eitt neyðugt ella natúrligt miðal til at seta í verk eina avgerð, sum løgmaður ella landsstýrismaðurin hevur
ábyrgdina av,
3) hann, við ikki í rímiligan mun at hava ført eftirlit og ásett reglur, hevur virkað fyri, at gerðin er vorðin framd.
§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.
§ 6. Revsingin eftir § 5 er bót, hefti ella fongsul upp til 2 ár.
Stk. 2. Er brotið gjørt av ósketni, er revsingin bót ella hefti.
Stk. 3. Bøturnar verða ásettar eftir reglunum um dagbøtur í borgarligu revsilógini.
§ 7. Ásetanirnar í § 6 eru bert galdandi, um ikki harðari revsing er heimilað í aðrari lóggávu.
Stk. 2. §§ 155-157 í borgarligu revsilógini eru ikki galdandi fyri løgmann og landsstýrismenn.
§ 8. Ábyrgd eftir hesi lóg fyrnast sambært §§ 93-95 í borgarligu revsilógini. Fyrningarfreistin er tó ongantíð styttri enn 5 ár.
§ 9. Løgmaður eins væl og løgtingið kann gera av at reisa ákæru viðvíkjandi broti á hesa løgtingslóg og ger samstundis av, hvør skal virka sum ákæri vegna hitt almenna í málinum.
Stk. 2. Tann av løgmanni ella løgtinginum tilnevndi ákærin hevur somu heimildir og skyldur í málinum sum fútin/statsadvokaturin/ríkisákærin/løgmálaráðharrin hevur eftir rættargangslógini, men er ikki undirgivin nøkrum ríkismyndugleika.
§ 10. Viðvíkjandi endurgjaldsábyrgd í sambandi við gerðir løgmans ella landsstýrismanna eru galdandi tær vanligu reglurnar um endurgjald fyri skaða, sum persónur í landsins tænastu hevur gjørt.
§ 11. Nevningating dømir í málum sambært hesi lóg.
§ 12. Henda lóg fær gildi 29. juli 1996. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 102 frá 23. juni 1992 um ábyrgd landsstýrismanna. Brot, ið eru framd áðrenn henda lóg kemur í gildi, verða viðgjørd eftir higartil galdandi lóggávu.




