AB missir nú fyrrverandi A- og U21 landsliðsmálverjan Hans Jørgensen, sum hevur fingið nokk av AB venjaranum Oddbirni Joensen.
Tað var áðrenn kappingina í fjør, at Hans Jørgensen skifti til HB, sum frammanundan hevði Teit M. Gestsson. Tað kappingina vann Teitur og venjari hjá HB var Oddbjørn Joensen, sum fleiri ferðir í miðlunum segði, at Hans kom at fáa fitt av spælitíð, tí hesir báðir málverjar vóru so javnir. Men Hans fekk bara tríggjar landskappingardystir alt árið hjá FM vinnarunum. Hans var fyrra partin av árinum partur av A-landsliðnum og hann hevur fyrr verið í uppstillingini á U21 landsliðnum.
Eftir kappingina í fjør gjørdi Hans tað greitt, at hann ynskti spælitíð. Tað vóru nógv feløg, ið vístu honum áhuga, men tað bleiv AB, sum fekk hann í sín hóp. Har var Bill M. Jacobsen venjari, sum kendi Hans frá U21 landsliðnum.
Les eisini:
Hans Jørgensen er nógv eftirspurdur
Sum væntað: Bill og Hans í AB í 2014
Hans spældi eisini allar dystirnar, meðan Bill var venjari hjá AB. Men tá so hjálparvenjarin Oddbjørn Joensen bleiv høvuðsvenjari, so spældi Hans bara tveir dystir áðrenn hann bleiv settur á bonkin, eftir at Heðin Stenberg hevði fingið møguleikan í steypadysti móti HB og spælt væl. Hann hevur verið málverji síðani.
Um vikuskiftið spældi Hans við 1.deildarliðnum hjá AB, men sunnudagin var hann ikki í hópinum hjá AB, sum spældi og vann í Fuglafirði. Í kvøld hevur hann á in.fo boðað frá, at hann ikki hevur álit á venjaranum Oddbirni Joensen, sum ei heldur hevur álit á Hans og tí takkar fyri seg í AB.
– Grundin til hetta er, at Oddbjørn Joensen, venjari, einki álit hevur á mær sum málmaður í Effodeildini 2014, somuleiðis sum at eg, sum leikari, einki álit havi á Oddbirni Joensen sum venjara, sigur Hans Jørgensen við in.fo í kvøld.




