Okkara fressur er burturblivin frá Uppsalagøtu 31 mánakvøldið 17. mai. Vit leita hvønn dag og høvdu verið ovurfegin um onkur kundi sagt okkum frá honum.
Fressurin hevur hálsband við telefonnummari inni í reimini. Tá hann fyrr hevur verið burtur hevur hann gingið yviri í Gerðum og á Heygnum.
Um onkur veit um hann at siga høvdu vit verið ovurfegin um tit ringdu 455231, 263315 ella 255741.




