So er at møta upp í kappróðrarneystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
leygardagin 25. september klokkan 16.00.
Tá er ætlanin, at tosa leyst og fast um komandi kappróðrarár.
Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið og fáa eitt kappróðrarprát um komandi ár.
Bátarnir ið skulu mannast eru:
5-mannafør:
Tekla dreingir
Fípan Fagra dreingir
Tekla gentir
Fípan Fagra gentir
6-mannafar
Páll Fangi menn
Páll Fangi kvinnur
8-mannafar
Nevið Reyða
10-mannafar
Klaksvíkingur
Eisini er barnaróður á skránni til næsta ár. Aldursmarkið fyri
barnaróður er 15 ár og skal Tekla og Fípan Fagra mannast við gentum
og dreingjum.
Klaksvíkar Róðrarfelag




