Føroya bygdasligasta tiltak er nú aftur á skránni.
Føroya bygdasligasta tiltak er nú aftur á skránni.
Hesaferð enn betur og enn meiri undirhaldandi.
Dagarnar 15. – 18. oktobur fara vit aftur at hava Heystfagna á Eiði.
Tiltakið sum sá dagsins ljós undanfarna ár, var ógvuliga væl umtókt, tískil var eingin ivi um, at hetta fór at vera eitt afturvendandi tiltak.
Tiltakið fagnar og varpar ljós á serføroysku viðurskiftini kring heystið. Neyt verða flett, seyður verður flettur, børn sleppa at spæla og uppliva sanna bygdamentan, fyrilestrar og nógv nógv an,nað.
Samanumtikið er talan um eitt tiltak, har allir sansir verða brúktir og vit veruliga merkja innara føroyingin í okkum.
Endaliga skráin kemur út seinni, men her er ein brellbiti av tí sum tit kunnu uppliva.
– Villingarætt til børnini
– Pussa horn til børnini
– Føroyskur og enskur dansur
– Góður matur
– Seyðasýning
– FM í fletting
– Føroya besta rullupylsa
– Føroya besta kjøtpylsa
– Fyrilestur um ridluskriða
– Aðrir fyrilestrar
Tónleikaliga íkastið sær eisini ótrúliga spennandi út.
– Steintór Rasmussen
– Kristina Bærendsen
– Kári P.
– Elinborg Pálsdóttir
Minnist til at seta ein kross í kalendaran vikuskiftið 15. – 18. oktobur.
Arbeiðsbólkurin
Heystfagnaður 2015




