Veðurmynstrið fer at vera soleiðis, at lágtrýst, ið ferðast úr vestri og henda vegin, verða steðgað um okkara leiðir av einum mennandi hátrýsti yvir Norðurskandinavia. Tí fer vindurin at koma úr ættunum ímillum landsynning og sunnan næstan alla vikuna.

Vindferðin fer at liggja úr 8 til 12 m/s – í løtum 10 til 15 m/s, við hvørt eitt sindur meir.
Brúgvaløg eru á havleiðunum vestanfyri, og tey royna eisini at sleppa framat her hjá okkum. Tey fara at geva okkum regn í morgin. Hinar dagarnar kunnu ælingar væntast, har sum ættin ikki er góð.
Luftin, sum kemur inn yvir okkum, stavar frá leiðunum í Mið- og Norðurevropa. Hitin fer tí at liggja um tey 10 til 13 stigini størsta partin av vikuni.