Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heystkonsert – Føroya Symfoniorkestur

John William Joensen

Vikuskiftið 26-27 september verður árliga heystkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur.

Á skránni eru tvey verk, 5.symfoni eftir Dimitri Shostakovich og violinkonsert eftir Jean Sibelius. Sigrún Eðvaldsdóttir er solistur og tað er 
Bernharður Wilkinson sum stjórnar Føroya Symfoniorkestri. 

5.symfoni hjá russiska tónaskaldinum Dimitri Shostakovich
Symfoni nr. 5 í d-moll er millum tey allarbest umtóktu verkini hjá Shostakovich yvirhøvur. Hann brúkti óvanliga stutta tíð at skriva hetta verkið – millum apríl og juli mánaða 1937. Symfoniin varð fyrstu ferð framførd í november mánaða sama árið í Leningrad av Filharmoniska orkestrinum har undir leiðslu av Yevgeny Mravinsky. Symfoniin fekk eina framúrskarandi móttøku longu á fyrstu framførsluni, og søgur siga, at lógvabrestirnir frá áhoyrarunum aftaná vardu umleið 40 minuttir – also næstan líka leingi sum symfoniin varir. 

Og hendan móttøkan av hesum nýggja verkinum hjá Shostakovich var ógvuliga merkisverd, tí árini frammanundan hevði tónaskaldið verið fyri heilt óvanliga hvøssum atfinningum frá sovjettiska stýrinum. Tað var jú tað illa gitna Stalin-stýrið, sum ráddi í Sovjetsamveldinum tá. Serliga í 1936 aftaná framførslur av operu hansara Lady Macbeth of Mtsensk vóru atfinningarnar ímóti honum harðar. Myndugleikarnir skuldsettu hann fyri at skriva ov torføran og lítið fólkaligan tónleik. Myndugleikarnir kravdu, at sovjettisk listarfólk skaptu list, sum skuldi stimbra fólkið til at hálova kommunistiska stýrinum. List, sum var torfør, inntonkt og ring at skilja, hevði einki pláss í sovjettiska samfelagnum, tí fólkið vildi ikki hava hana, varð sagt. 

Shostakovich sjálvur var í stórum vanda fyri at enda millum tey ovurhonds mongu, sum í teimum árum vóru handtikin og ofta send í arbeiðslegur. 

Soleiðis var støðan hjá Shostakovich í apríl 1937, tá hann fór undir arbeiðið uppá sína 5. Symfoni. Hann hevði bara nakrar mánaðir frammanundan steðgað venjingunum uppá sína 4. Symfoni, júst av hesum sama ótta. So hvussu skuldi hann sum listarmaður uppá ta eina síðuna “boyggja seg” fyri trýstinum frá kommunistiska flokkinum, samstundis sum hann uppá ta aðru síðina kundi standa frælsur sum tónaskald og kanska enntá speireka stýrið, uttan at hetta beinleiðis kundi ávísast? 

Hetta vóru spurningar, sum vóru sera átroðkandi hjá Shostakovich helst øll árini undir kommunistiskum stýri í Sovjetsamveldinum. Og helst eru eisini fleiri tulkingar av, hvussu hann loysti hesar trupulleikar og hvørji svar hann fann. 

Men við síni 5. Symfoni fann hann í hvussu so er eitt svar, sum bæði mynduleikar og vanligi áhoyrarin dámdu sera væl. Sum nevnt fekk symfoniin eina framúr góða móttøku longu til fyrstu framførsluna, og hon er framvegis í dag millum hansara best umtóktu verk. Myndugleikarnir funnu alt tað, teir høvdu brúk fyri, í nýggja verkinum, og tað sigst, at fólk – áhoyrarar í salinum – grótu undir framførsluni, tí tey kendu aftur tær almennu kenslurnar, sum tónaskaldið hevði lagt í tónleikin.Symfoniin er í fýra satsum: Moderato – Allegretto – Largo – Allegro non troppo.
Føroya Symfoniorkestur á pall við kendu violinkonsertini hjá Jean Sibelius
Á Skránni til heystkonsertina er eisini kenda violinkonsertin eftir finska tónaskaldið Jean Sibelius. 

Violinkonsertin í d-moll opus 47 er tann einasta rættuliga instrumentalkonsertin, sum Sibelius skrivaði, tó at hann skrivaði fleiri onnur smærri verk fyri solo-ljóðføri. Verkið er skrivað í 1903 og verður ofta søgd at vera tann seinasta romantiska violinkonsertin. Hon var fyrstu ferð framførd í sínum upprunaliga formi í februar mánaða 1904 í Helsinki, tá Sibelius sjálvur stjórnaði framførsluni og við Viktor Novacek sum solisti. Tað vóru tríggjar framførslur í Helsinki tá, men verkið fekk ikki eina góða móttøku. Tvørturímóti. Serliga solisturin var mettur at spæla illa, og verkið varð mett at vera ov torført. 

Sibelius avgjørdi at taka verkið aftur og gera broytingar. Hann stytti munandi um verkið, og solist-parturin var ikki heilt so torførur. Tann broytta versiónin varð liðug í 1905 og varð fyrstu ferð framførd í Berlin í oktober mánaða tað árið við ongum øðrum enn Richard Strauss sum dirigenti.
Framførslan í Berlin var væl móttikin og konsertin vann spakulia fram á konsertpallum kring heimin, inntil Jascha Heifetz í 1930’unum spældi hana inn á grammofonplátu og gjørdi konsertina heimskenda. Síðani tá er violinkonsertin hjá Jean Sibelius vorðin tann violinkonsertin frá 20. øld, sum oftast er spæld inn á plátu og oftast er framførd á palli. Tíðliga í hesi øldini vóru meira enn 50 plátuinnspælingar av henni. 

Sibelius ognaði upprunaliga einum violinleikara, sum nevndist Willy Burmester, konsertina, og hann lovaði at framføra verkið í Berlin. Tað var av fíggjarligum ávum, at Sibelius í 1904 avgjørdi at framskunda frumframførsluna til februar mánaða 1904. Tá tað ikki lá fyri hjá Burmester at koma til Finlands júst tá, bleiv tað Novacek, sum spældi verkið fyrstu ferð, og sum nevnt frammanfyri – ikki væl. 

Tá verkið skuldi framførast í Berlin í 1905 lá tað heldur ikki fyri hjá Burmester at vera solistur. Framførslan varð kortini hildin við Karel Halir sum solisti. So hóast Burmester hevði verið ein góður stuðul hjá Sibelius undir arbeiðinum uppá verkið, so gjørdist hann so firtin yvir, at framførslan ikki kundi bíða til hann var tøkur, at hann lovaði ongantíð at framføra violinkonsertina. Hann helt eisini orð. 

Sum violinkonsert er hon sermerkt á tann hátt, at hon er ógvuliga symfonisk í sínum bygnaði. Sibelius letur orkestrið hava eins stóran leiklut sum solistin, og ikki bara sum undirspæl. 

Violinkonsertin hjá Jean Sibelius er eitt ógvuliga sermerkt verk í trimum satsum. Og tað hevur framvegis ídag evnini at draga heimsins størstu violinleikarar til sín. Sum nevnt finnast meira enn hálvthundrað innspælingar av verkinum, og har kunnu nevnast nøvn sum Gidon Kremer, Anne Sofie Mutter, Joshua Bell, Nigel Kennedy, Hillary Hahn og onnur.
Sigrún Eðvaldsdóttir, solistur við Føroya Symfoniorkestri

Solistur við Føroya Symfoniorkestri í violinkonsert eftir Sibelius verður kendi íslendski violinleikarin Sigrún Eðvaldsdóttir 

Sigrún byrjaði 5 ára gomul at spæla viiolin í Musikkskúlanum í Reykjavík hjá Gígju Jóhannsdóttir. Í 1984 tók hon prógv frá Tónlistarskúlanum í Reykjavík við Guðnýju Guðmundsdóttir sum lærara. Eftir loknan lestur í Íslandi fór Sigrún yvir um hav og tók prógv frá Curtis tónlistarskúlanum í Philadelpia í 1988, lærarar hennara vóru Jamie laredo og Jascha Brodsky. 

Meðan hon var í Amerika fekk hon eisini undirvísing frá hjúnunum Almitu og Roland Vamos. 

Sigrún hevur luttikið í fleiri altjóða kappingum og m.a vunni 2.virðisløn í Leoplod Mozart kappingini í 1987, brónsuvirðisløn í Sibelius kappingini í 1990 og 2.virðisløn í Carl Flesch kappingini í 1992, sama árið fekk hon eisini Bjartskygnisvirðislønina, Bröste.

Sigrún hevur verið virkin bæði sum solistur og kamartónleikari, eisini spælir hon fegin nýskrivaðan tónleik, sum í nógvum førum er skrivaður beinleiðis til hennara. 

Í bókini hjá Henry Roth: violin virtuosos from Paganini to the 21st Century, frá 1987 varð hon skýrd at verða ein av áhugaverdastu violinistum í okkara tíð, og sama metti tónleikatíðariritið le Monde de la Musiqu,e í 1988.
Síðani 1998 hevur Sigrún verið 1. konsertmeistari í Íslendska Symfoniorkestrinum, hettar starvið hevur hon saman við fyrrverandi lærara sínum Guðnýju Guðmundsdóttir. Saman við Íslendska Symfoniorkestrinum hevur Sigrún mangan verið solistur, harafturat hevur hon innspælt fløgur , sum eru útgivnar av ÍTM, Teinar hf og Chandos. 

Í 1998 fekk Sigrún” Riddarakrossi hinnar Íslensku fálkaorðu” fyri arbeiðið sítt innan tónleikaøkið.

Heystkonsertin við Føroya Symfoniorkestri verður:
Leygarkvøldið 26.september kl. 20:00 í Løkshøll í Runavík
Sunnudagin 27.september kl. 16:00 í Norðurlandahúsinum